Strandingar koma við

StÍF byrjar við einum braki, tá teir í fyrsta dystinum vitja hjá hart spenta Kyndli

Hondbóltur-menn

Tað er kanska dekan ov tíðliga at siga, at lið eru í trongum skóm, men í øllum førum var byrjanin upp á árið ikki sum æltað hjá Kyndli, tá teir máttu lúta fyri Neistanum. Hesa ferð fáa teir grønu úr Havn vitjan av StÍF, og sum dystirnir millum hesi liðini hava verið seinnu árini, so er lítið at ivast í, at tað er eitt satt brak, sum bíðar eftir áskðarunum sunnudagin.
Hoyvíkingar byrjaðu við einum sigri á KÍF, og aftur hetta vikuskiftið hava teir heimavøll, tá teir í Hoyvíkarhøllini taka ímóti Tjaldri. Tjaldur fekk ikki mannað lið seinasta vikuskifti, og tað boðar ikki frá eini serliga góðari upptakt, og undir øllum umstøðum eigur tað at vera til fyrimuns hjá H71, at runavíkingar hugsa meira um fót- enn hondbólt.
Seinasti dysturin verður eisini í Hoyvíkarhøllini, tá KÍF tekur ímóti Neistanum sunnudagin. Avrikini farna vikuskifti bera í hvussu so er tann vegin, at Neistin er favorittur í hesum dystinum, men fyri tað er ikki sagt, at teir bláu bara uttan víðari kunnu fara í høllina eftir tveimum stigum.