Tveir dystir vera í 1. deild hjá monnum hetta vikuskiftið.
Leygardagin fara KÍF og Neistin at spæla í Vestmanna. Neistin skal í hesum dysti royna at fáa VÍF aftur, eftir at VÍF vann dystin ímóti H71 hóskvøldið.
Neistin spældi seinasta vikuskiftið javnleik ímóti VÍF, og tað eru tekin um, at Neistin í ár fer at verða drúgvur í oddastríðnum.
Umráðandi er tó hjá havnamonnunum, at teir vinna allar dystirnar móti liðunum longri niðri á stigatalvuni, um teir skulu fylgja við VÍF.
Dysturin millum KÍF og Neistan verður leygardagin kl. 16.00.
Gongur framá
Sunnudagin kann StÍF taka seg eitt stig longur upp á stigatalvuni, tá teir fáa vitjan av botnliðnum Tjaldri. StÍF hevur seinastu dystirnar savnað sær stig, eftir at byrjan var eitt sindur trilvandi.
Tjaldur er einasta liðið í deildini, sum ikki hevur fingið nakað stig enn. Í fleiri dystum hevur liðið klára at hótt í fyrra hálvleiki, men síðani er liðið dragnað, tá dysturin hevur liðið móti endanum.
Dysturin millum StÍF og Tjaldur verður sunnudagin kl. 16.00