Fimleikur
Einki var at ivast í, at føroysku fimleikararnir vóru í ringum hýri, tá dómararnir høvdu kunngjørt sínar karakterir.
Beinleiðis snýttir
Gron er heldur rættasta orðið at lýsa føroysku menninar við hesa løtuna, og føðingardagsbarnið, Høgni Øster, var heldur ikki í iva, tá vit spurdu hann, um hetta var tann føðingardagsgávan, sum hann hevði ynskt sær.
- Hvørja gávu. Hatta snýtið frá dómarunum ella silvurið. Silvur havi eg í øllum førum nóg mikið av, og hesa ferð hevði eg veruliga eina stóra vón um gull. At tapa upp á snýt er so í øllum førum ikki tað, sum eg hevði roknað við.
Spurdur um hann veruliga helt, at talan var um beinleiðis snýt, segði Høgni, at tað helt hann.
- Ja, tað var tað. Eg veit ikki um tað er tí, at teir royna at vinna á Jersey í samlaða talinum av heiðursmerkjum, ella hvat tað er, men snýt er tað í hvussu so er. Annað kann mann ikki siga, var avgjørda hugsanin hjá mest royna fimleikaranum á føroyska liðnum.