Børn mennast av vøkrum umhvørvi.
Hetta heldur Birita Petersen, sum er útbúgvin dekoratørur og hevur latið ein handil upp í Sandavági við barnaklæðum og innbúgvi til barnarúm.
? Handilin hjá mær er skipaður eftir einum dekoratiónsprinsippi. Tað vil siga, at eg leggi dent á vakurt umhvørvi fram um tað handilsliga, greiðir Birita Petersen frá.
Hon greiðir frá, at einki handilsinnbúgv er í handlinum, men í staðin líkist eitt horn einum barnakamari við einari uppreiddari gamlari føroyskari barnasong, eitt horn er fylt við ymiskum ljósareyðum vørum og eitt horn er fylt við ljósabláum.
? Eg royni geva viðskitafólkunum íblástur til at hugna um barnakømurini. Og tað haldi eg eisini vera ógvuliga týdningarmikið. Meðan føroyingar fyrr hildu, at tað var stovan, ið skuldi vera vøkur, haldi eg, at tað eru barnakømurini, ið skulu vera vøkur. Tí børn mennast av vakurleika, sigur Birita Petersen.
Birita greiðir okkum eisini frá, at hon umboðar eina bretska fyritøku, ið selur hugnaligt, romantiskt tapet til barnakømur í staðin fyri vanligu Pokémon og Disney tapetini. Eisini bjóðar Birtia sær at hjálpa fólki at innrætta barnarúmið.