Vatn hóttir 10 mió. fólk

Myndugleikarnir í Kina fóru í gjár undir at flyta fólk burtur frá Dongting-vatninum, sum hóttir við at fara upp um bakkan.

VatnflóÐ
Árni Joensen:

Í kinesiska landspartinum Hunan royna 850.000 arbeiðsmenn og hermenn at forða fyri, at tað stóra Dongting-vatnið skal fara upp um bakkan. Seinast tað hendi var í 1998, og tá druknaðu meiri enn 4.000 fólk.
Í gjár var vatnstøðan í Dongting-vatninum 34,45 metrar, sum er næstan hálvan triðja metur oman fyri tað, sum er vandamarkið. Hetta fekk myndugleikarnar at lýsa alt økið kring vatnið sum vandaøki, samstundis sum undantaksstøða varð sett í gildi.
Dongting-vatnið er tað størsta vatnið í Kina og er til støddar sum Luxenbourg. Seinastu trý árini hevur vatnið ongantíð verið so stórt, sum tað er nú, men enn er tað kortini ikki so stórt sum í 1998.
Kinesisku myndugleikarnir siga, at fer vatnið upp um bakkan, fer tað eisini at elva til vatnflóð í Yangtse-ánni, og so er vandi fyri, at høvuðsstaðurin í Hubei-landspartinum, Wuhan, verður lagdur undir. Í býnum búgva umleið sjey milliónir fólk. Eisini er stórur vandi fyri, at vatnflóðin fer at raka høvuðsstaðin í Hunan-landspartinum. Tað er býurin Changsha, har seks milliónir fólk búgva.