Europa-Cup
Leitast skal helst aftur til Europa-Cup ævintýrið hjá Brøndby í 1991, fyri at finna nakað, sum kann samanberast við støðuna í Danmark, nú italska Lazio kemur á vitjan í høvuðsstaðnum.
Roknað verður við einari fullsettari Parken, tá liðini bæði fara á vøllin, og eisini millum fjølmiðlarnar er áhugin fyri dystinum sera stórur. Í alt verður roknað við, at eini 120 fjølmiðlafólk vera til dystin, og koma hesi úr fleiri av mætastu fótbóltstjóðunum í Europa. Sjálvsagt er áhugin úr Italia stórur, men harumframt veit heimasíðan hjá FCK at siga, at talan verður um fjølmiðlafólk úr bæði Noreg, Týsklandi og Onglandi.
Umframt hetta, verða føroyskir fjølmiðlar eisini á staðnum. Jóannes Hansen fer at umboða Sosialin til dystin, og væntandi verður nakað at frætta frá honum í fríggjadagsblað okkara.
Annars fer sjónvarpsrásin, TV3, at senda beinleiðis frá dystinum, so hyggjarar hjá Rás Tórshavn eins og tey, sum hava atgongd til eina parabvol við digitalum dekodara, kunnu fylgja við, hvussu gongst FCK í royndunum at vinna sær atgongd til sterkastu europeisku kappingina.