sjónleikur vera ein spegil av áskoðaranum. Hetta ljóðar kanska sum ein avoldað meining av sjónleikinum, men tað vísir seg, at um ein leikbólkur sum Gríma vil hava fólk at koma til sýningarnar, mugu leikirnir [...] gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum. Leikurin, sum varð frumsýndur í leikhúsinum hjá Grímu, er tað sum verður kallað ein farsa. Hvør er so munurin á einum [...] mynda eitt univers, sum eyðkennir føroyskan humor. Tað er málið, sum myndar tann føroyska humorin saman við tí føroyska lyndinum. Eisini evnini sum verða tikin fram kennir ein aftur, so sum fólkapensjónir,
enn eitt ekko í tí skara, sum seinastu dagarnar hevur mælt somu orð. Tað hevur víst seg, at so gott sum øll okkara ítróttarpressa stendur sum ein maður og krevur av venjaranum, at Todi skal á landsliðið [...] vitjan er ikki bara fótbóltur. Tað at írar nú í stórum tali vitja oyggjar okkara er nógv meira enn bara fótbóltur. Tí tey, sum kenna søgu okkara, vita eisini, at tað nettupp vóru írar, sum fyrst bygdu land [...] meira enn bara ítróttur. Hon er eisini týðandi søga og mentan. Fyri tey, sum ikki kenna søguna, er at siga, at okkara "irish connection" er 1280 ára gomul. Írski søguskrivarin Dicuil vil vera við, at írskir
stendur sum ein ræðsla fyri teimum. Einki kann kallast ein modernað fosturtøkulóg. Stendur um lív hjá mammuni, er tað gjørt, so vítt eg veit, og at barnið er tikið. Ella í øðrum føri so sum neyðtøka Eg [...] einsamøll at seta hetta lítla vidundurið í verðina. Um tað skal vera loyvt at týna eitt barn, bara tí mamman og pápin ikki tíma at vera bundin, so vælsignaðu tit, brúkið okkurt fyribyrgjandi. Góðu tit politikkarar [...] tykkum ræða av útsagnum hjá hesum fólkunum. Góði Sólvið einki kann eita ein modernað forstutøkulóg. Eingin hevur rætt til, at taka fostur bara sum fyribyrging. Vit klynga okkum øll til lívið og tað ger ófødda
verið ein oyðimarkargongd. Álvari og gaman eiga at ganga hond í hond fram í gjøgnum lívið. Sum brúðarvísan so rámandi sigur tað, so er tað ikki gott fyri mannin at vera so eina. Og tað er ikki bara galdandi [...] og býður fremmandafólki at vera vælkomin. “Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín vinur skiljast vit her!” verður kvøðið. At møtast og skiljast er ein lívstreyt og kann vera bæði gleðiligt og sárt. Í dag [...] og Bøur, eru nú eisini við. Sum so mangan fyrr verður Sørvágur karmurin um vestanstevnuna. Og tað gleða vit okkum til. Vónandi fara lítlu bygdirnar í kommununi at merkja ein farra av stevnuhýri eisini.
úttalu. Karakteristikkurin kann eisini verða brúktur um málið, danski ungdómurin tosar – tað vil siga danskt garnerað við eingilskum orðum, so at málberingin tykist vera ein jánkaslig blanding av donskum [...] ". Tey ungu elta sum fyri er slóðað. Sjálvandi ber ikki til at generalisera, men summi miðlafólk hava ein løgnan málburð. Ein hurð verður ikki latin upp longur. Hon verður opnað. Ein sangari syngur ikki [...] við sirkusdanskt? Í hvussu so er skal ein fyrimunur dragast fram: Danskarar hava fáar ongar trupulleikar við at skilja hesa nýggju, donsku dialektina. Tað kann saktans vera heilt foytt at tosa sirkusdanskt
víðari. Hetta er ein stór men eisini spennandi uppgáva, har nettup vit føroyingar við okkara kontaktum til Europa kunnu vera við til at loysa upp fyri tí, sum fer fram fyri norðan men sum so eisini hevur samband [...] . Vit eiga í hesum sambandi eisini at hava eina felags støðu til ta dálking, sum kemur frá ídnaðarlondunum og sum kann vera við til at undirgrava okkara egna tilverugrundarlag. Tí eigur dialogurin eftir [...] i, er greitt, at báðar brøðratjóðirnar hava nógv at tosa um. Ein dialogur millum bæði londini átti at verið ein sjálvfylgja, men ikki bara tá tað snýr seg um fisk. Eisini tá tað snýr seg um onnur vinnuøki
Miðflokkinum. - Tað, sum eg finnist at í mínarí grein, er at pressan so ókritiskt lat sentralar persónar brúka 266 B til at profilera seg sjálvar. Til dømis Karsten Hansen, sum eg brúki sum dømi í bókini. Hinvegin [...] politiska religión, sum hóttir frælsið og fólkaræðið um allan heimin. Hann vísir á, at tað eisini í Føroyum eru politiskar kreftir, sum vilja avtaka andsfrælsið og skipa landið sum eitt fundamentalistiskt [...] spurningum. Hinvegin hevur Miðflokkurin víst ein ógvuliga góðan vilja til at samstarva. Eg fái bara ikki farið út og skift orð um slík viðurskifti beint nú, tí so úttali eg meg um samráðingarnar og var illoyalur
heimanífrá. Eisini vera flóttafólkini "ghettoiserað" í sama íbúðarkompleks, so tey veruliga hava ein stat í statinum. Tað gevur teimum ongan tørv ella áhuga í samfelagnum teir liva í, og vera tí aldrin integreraðir [...] tungt bæði búskaparliga tí ein ikki kann arbeiða, og kensluliga tí ein er "ósjónligur" og ikki eingong hevur pass meðan umsóknin verður viðgjørd. Eg veit ikki um hetta er ein teknikkur fyri at útlendingar [...] Udlændingestyrelsen seinkar ein bara sakini. Sendir man so eina formella klagu til Bertel Haarder seinkar tað eisini sakina. Tað mest láturliga av øllum er at landsstýrið hvørki kann ella vil hjálpa til, tí
og onnur ein møguleika fyri at vísa, at vit saktans kunnu bjóða okkum fram at hýsa oyggjaleikunum um seks ár, í 2019. Sum skilst, eru vit bara ein golfvøll og okkurt annað smávegis frá at vera klár at taka [...] framat, tá nú ein møguleiki er, tí tað kann gott vera, at tað kostar eitt sindur at skipa fyri og hýsa leikunum, men tað gevur eisini stórar upplivingar, ríkar løtur og ógloymandi minni, sum ongantíð kunnu [...] góða umrøðu sum ítrótturin. Hinvegin er vandin fyri ringari umrøðu eisini til staðar – um ikki í 2019, so beint nú! At tað ikki skal vera reinur avgreiðsla, at Clayton Soares, ið síðstu 10 árini hevur spælt
Eftir sum Mr. Down skilti, so var tað eina og aleina tí hann var ein Down´ari, so tað mátti vera okkurt heilt serligt. Á veg inn í feriubýin fekk Mr. Down eyga á eitt skelti, har tað stóð okkurt sum "Arbeit [...] stjørnur fyri neyðini. Mr. Down fekk at vita, at ein maður sum æt Hitler hevði bygt Bergen-Belzen feriubýin, so Hitler mátti vera ein fittur maður, ein rættiligur jólamaður. Tað síðsta Mr. Down mintist [...] syrgiliga er bara, at heimurin verður so óendaliga fátækur og litleysur, sleppa hesir gráu, myrkursins gongumenn at avgera hvussu vit øll skulu vera. Kanska ein gráur, keðiligur massi sum tey sjálvi. Eins-rættað