sjónleikaummæli
Fyri eini 25 árum vóru danskir sjónleikarar á Sandi og spældu leikin ?Orðið? hjá Kaj Munk. Tá søgdu allir sandingar, at teir fóru at hyggja at ?komediu?, og komu grátandi heim aftur av leikinum, og hetta eru fólk sum hava eina sjónleikatradisjón, ið er umleið 110 ára gomul.
Tey, sum hava alla æru uppiborna, eru fólkini í Grímu. Hesin bólkur hevur ikki bara myndað føroyskan sjónleik, hann hevur eisini lagt eitt støði, sum í ávísum førum er betri enn eitt altjóða støði. Fyri trimum árum síðani hevði eg møguleikan at síggja, hvussu sjónleikurin hevur tað í San Francisco, og eg má siga tað at tað var so patetiskt, at føroyskur sjónleikur er á ómetaligum høgum støði í mun til tað sum eg sá har yviri. Danir stríðast eisini við sama trupulleika, og tað sum er galið er, at teir leikir, sum verða framførdir ikki hava kontakt við áskoðaran. Eftir mínum tykki skal ein sjónleikur vera ein spegil av áskoðaranum. Hetta ljóðar kanska sum ein avoldað meining av sjónleikinum, men tað vísir seg, at um ein leikbólkur sum Gríma vil hava fólk at koma til sýningarnar, mugu leikirnir onkursvegna vera ein spegil av samfelagnum ella tí einkulta persóninum sum nú einaferð situr í salinum. Danskt sjónleikarlív hevur tey nógvu seinastu árini intellektualiserað sjónleikin til okkurt, sum fólk ikki tíma at hyggja at, og hetta er ein av orsøkunum til, at so nógvir danir velja ikki at fara til sjónleik. Hetta hevur Gríma havt í tonkunum, um hugsað verður um teir leikir, sum hava verið spældir tað seinasta árið. Bæði ?Maðurin frá Innishmaan? og ?Eitur nakað land Weekend? hava givið føroyskum sjónleiki eina aðra dimensjón. Serliga vert at nevna er málið. Eftir at ?Eitur nakað land Weekend? vann leikritakappingina, ber ikki til at venda aftur til stívt gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum.
Leikurin, sum varð frumsýndur í leikhúsinum hjá Grímu, er tað sum verður kallað ein farsa. Hvør er so munurin á einum skemtileiki og einari farsu. Í skránni stendur at: farsa = komedia við afturvendandi veruleikafyribrigdum sum verða vend á høvdið. Ikki er lætt at gera eina farsu, men tann farsan sum varð spæld leygarkvøldið, gekk sum fótur í hosu.
Leikurin ?Fótur í hosu? er skrivaður av systkjunum Hans og Súsannu Tórgarð. Leikritið varð skrivað til leikritakappingina og er hetta sostatt annar leikurin, sum verður spældur úr kappingini. Hvat handlar so henda farsan um. Jú, ein danskur taxaførari kemur inn til ein mann. Maðurin bjóðar føraranum inn, tí hann er ikki klárur. Teir snakka eina løtu um at hann má gjalda fyri at bíða og maðurin sigur taxaføraranum frá um Ludda, ein maður ið leitaði eftir Jesusi. Hann leitaði og leitaði, men fann hann ikki. Hann legðist á fløskuna, og meðan hann liggur avdottin, kemur Jesus, men tað kann vera líkamikið, tí hann svevur. Løtu seinni kemur systur mannin inn, hon hevur verið eftir skrelliposanum hjá bankastjóranum í Tjaldursbankanum, sum býr hinumegin vegin. Kona bankastjóran tveitir vanliga skógvar í skrell og tá ið systurin kemur við skrelliposanum, finna tey umframt skógvar, tveir avskornar føtur. Tey síggja hetta sum ein stóran møguleika at tjena nøkur oyru. Tey senda eitt bræv til bankastjóran, um at hava 3 milliónir klárar til tey. Systurin, sum er ein kát og lættlivandi kvinna, roynir eftir taxaføraranum, sum ikki sleppur avstað aftur, tí hann nú veit um hesar føturnar. Ein Gajolpakki við einum telefonnummari verðar av óvart lagdur inni hjá bankastjóranum. Henda mugu tey fáa aftur, um bankastjórin ikki skal fáa mistanka til teirra. Føturnir verða lagdir í hvør sína súltutoyskrukku hjá konuni sum tey leiga frá. Allar hendingarnar verða flættaðar inn í hvørja aðra og gera heildina til eina vælmalda farsu. Eg vil ikki siga meir um søgugongdina, tí so komi eg ov nær at plottinum.
Hans Tórgarð hevur leikstjórnað ?Sum fótur í hosu?. Tað er ein djørv avgerð, at seta sær fyri at leikstjórna sín fyrsta stóra leik sum farsu, tí sum leikstjóri til ein slíkan leik balanserar hann á eini knívsegg. Dettur hann, er sikkurt at hann verður klovin í tvey, men so varð ikki. Hans er heilur.
At skriva eina farsu er helst eitt tað ringasta sum finst innan leikritafakið, men Hans og Súsanna lata ikki áskoðaran sita og keða seg. Tað er sjáldan eg havi flent so nógv. Serliga tá tú ferð eftir ferð verður yvirraskaður av replikkunum, og so tað, at leikararnir allir spæla, sum vóru teir ?betaldir? fyri tað. Serliga legði eg merki til Høgna Johansen, sum spældi danskaran Jens. Hetta er tað besta eg havi sæð hann, og Ria Tórgarð, systir leikritahøvundarnar, var framúrskarandi og sannførandi skemtilig, ja, allir leikararnir spældu sannførandi og skemtiligt. Tað, sum er við til at fáa áskoðaran nærum at detta av stólinum sum teir flenna, er ?timing?. Tað krevur at leikararnir uppá sekundið skulu vita, nær replikkin skal fella, fyri at kvøkka láturin úr fólkinum í salinum. Eg vil ikki draga nakran fram um onkran annan, tí allir leikararnir vóru við til at mynda eitt univers, sum eyðkennir føroyskan humor. Tað er málið, sum myndar tann føroyska humorin saman við tí føroyska lyndinum.
Eisini evnini sum verða tikin fram kennir ein aftur, so sum fólkapensjónir, pengagraðir bankastjórar (ikki tí at eg kenni nakran), drukk, danskarar vs. føroyingar og ongantíð at sovna ella detta av, tí so finnur tú ikki Jesus.
Eg havi ikki so nógv annað at siga, enn at heita á allar føroyingar, at fara á ?Sum fótur í hosu?, og vónandi fer Gríma at ferðast við leikinum, so at bygdirnar eisini hava møguleikan at síggja leikin. Pallurin, sum Hans Tórgarð eisini hevur gjørt og Edvard Fuglø hevur skrítt, er nemmur at ferðast við.