Túsundtals fólk um alt Ísrael hava í dag lagt niður arbeiði fyri at mótmæla í staðin, og kravdu, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, skuldi fáa teir seinastu ísraelsku gíslarnar heim úr Gaza og enda kríggið.
Tað skriva Reuters og ísraelska miðilin Haaretz.
Fleiri stórir vegir - eitt nú motorvegurin millum Tel Aviv og Jerusalem og ein stórur innkomuvegur til Tel Aviv - hava verið sperraðir av mótmælisfólkunum.
Summastaðni hava tey sett eld á bildekk.
Mótmælisfólk hava stríðst við løgregluna, og seinnapartin vóru 38 mótmælisfólk handtikin.
Sambært Haaretz hava hundraðtúsundtals fólk luttikið í sjálvum verkfallinum, sum familjulimir hjá teimum eftirstandandi gíslunum í Gaza skipaðu fyri.
Sunnudagur er vanligur gerandisdagur í Ísrael.
Fyrr í dag ákærdi Benjamin Netanyahu mótmælisfólkini og verkfallsfólkini fyri at undirgrava møguleikarnar fyri at fáa hinir gíslarnar heim, skrivar The Jerusalem Post.
- Tey, sum krevja, at kríggið endar uttan at vinna á Hamas, styrkja ikki bara støðuna hjá Hamas og seinka leyslatingini av gíslunum.
- Tey tryggja eisini, at illgerðirnar 7. oktober endurtaka seg, og at vit noyðast at berjast í einum stríði uttan enda, segði Netanyahu á einum fundi við stjórn sína, sambært The Jerusalem Post.
Verkfallið er stuðlað av einum hópi av lokalum myndugleikum, ísraelskum universitetum, vinnufyritøkum og fakfeløgum.
Umleið 250 gíslar vórðu tiknir av hernaðarrørsluni Hamas undir álopinum hjá bólkinum á Ísrael 7. oktober 2023. Teirra millum vóru bæði ísraelar og fólk úr fleiri øðrum londum.
Hamas hevur latið Ísrael gíslar - bæði deyðar og livandi.
Sambært Haaretz eru 205 gíslar latnir leysir, meðan 50 eru framvegis í Gaza. Av teimum verða 22 hildin at vera á lívi enn, meðan 28 eru lýst deyð.
/Ritzau/