ÍTRÓTTARKLUMMAN
Í farnu viku hevði altjóða oyggjaleikanevndin fund í Føroyum, og samstundis fingu føroyskir myndugleikar og onnur ein møguleika fyri at vísa, at vit saktans kunnu bjóða okkum fram at hýsa oyggjaleikunum um seks ár, í 2019. Sum skilst, eru vit bara ein golfvøll og okkurt annað smávegis frá at vera klár at taka ímóti gestunum!
Og sjálvandi skulu Føroyar halda seg framat, tá nú ein møguleiki er, tí tað kann gott vera, at tað kostar eitt sindur at skipa fyri og hýsa leikunum, men tað gevur eisini stórar upplivingar, ríkar løtur og ógloymandi minni, sum ongantíð kunnu gerast upp í krónum og oyrum.
At tað í 2019 eru liðin 30 ár, síðani leikirnir vóru í Føroyum, fær óivað eisini minnini hjá bæði einum og øðrum at leita aftur til 1989, og eftir stendur, at teir leikirnir so sanniliga høvdu nógv at siga fyri fólk og land okkara. Um ikki annað, so standa vit øll saman, tá okkara fremstu ítróttarfólk kappast við onnur.
Tað er altíð nakað serligt at fáa gestir, og vit vilja so fegin vísa okkum fram frá okkara bestu síðu. Vit vita, at vit eiga eitt vakurt land, ið mong fegin vilja vitja, og samstundis er fleiri ferðir prógvað og staðfest, at einki gevur Føroyum so góða umrøðu sum ítrótturin.
Hinvegin er vandin fyri ringari umrøðu eisini til staðar – um ikki í 2019, so beint nú! At tað ikki skal vera reinur avgreiðsla, at Clayton Soares, ið síðstu 10 árini hevur spælt 242 dystir og skotið 168 mál fyri føroysk feløg, skal sleppa innaftur í landið og til arbeiðis, er stór skomm!
Um so ábyrgdin av hesum grova forsømilsi og umsitingarliga dugnaloysi liggur í Føroyum ella Danmark, er fullkomuliga líkamikið, tí skulu vit duga at bjóða øllum hesum 1.800 ítróttarfólkunum vælkomin til Føroya í 2019, so skulu vit bara vita, at so mugu vit eisini duga at bjóða einum av okkara húsfólkum vælkomin í 2013!