Vælkomin á Vestanstevnu

Tað er okkum ein stórur heiður at fáa høvi til at bjóða øllum, bæði burturi og heima, vælkomin á Vestanstevnu í Sørvági í ár.

Síðani seinastu vestanstevnu eru bygdirnar í okkara kommunu vorðnar fleiri. Lítlu, vøkru náttúruperlurnar Mykines, Gásadalur og Bøur, eru nú eisini við.

Sum so mangan fyrr verður Sørvágur karmurin um vestanstevnuna. Og tað gleða vit okkum til.

Vónandi fara lítlu bygdirnar í kommununi at merkja ein farra av stevnuhýri eisini.

Okkara tjóðar ítróttur, kappróðurin, hevur ikki haft góðan byr í bygd okkara seinastu árini. Nýggjar kreftir eru fyri stuttum komnar í leiðsluna fyri Sørvágs Róðrarfelag, og vónandi fara tey aftur at leggja árarnar út.

Sørvágs Kommuna hevur vanliga ikki ein virknan lut í fyriskipanini av Vestanstevnuni, men hjálpir til við at skapa góðar karmar um tiltakið. Nevndin fyri vestanstevnuna í ár gongur nýggjar leiðir, og tað verður spennandi at síggja hvussu stevnan í ár fer at hepnast.

Lívið hjá føroyinginum hevur altíð verið eitt stríð fyri í fyrsta lagi at vinna sær føðina, og í øðrum lagi at vinna sær sømilig lívskor. Hetta hevur ofta verið harður kostur og tíðum dýrgoldin vinningur. Álvarsemi var ein sjálvsøgd dimensión av tilveruni á hesum kørgu klettum. Men tíbetur átti føroyingurin eisini evnini at skemta og stuttleika sær í góðum vinalagi. Um hetta ikki hevði verið, so hevði lívið verið ein oyðimarkargongd. Álvari og gaman eiga at ganga hond í hond fram í gjøgnum lívið. Sum brúðarvísan so rámandi sigur tað, so er tað ikki gott fyri mannin at vera so eina. Og tað er ikki bara galdandi fyri hjúnalagið, men fyri lívið sum heild – og kvinnuna við.

Latið okkum øll nú fylkjast her í vøkru bygd okkara, hugna okkum saman við familju, vinum og kenningum á tann hátt tað fellir okkum.

Onkur tuskar við sveittabrot eftir einum leðurpetti niðri á fótbóltsvøllinum, meðan onkur annar spákar fót fyri fót ein romantiskan kærleikstúr við unnustuni eftir Niðara vegi framvið hugnaligum alduskvatli. Møguleikarnir eru nógvir. Bygdin breiðir seg opin her inni á botni á náttúruvakra Sørvágsfirði og býður fremmandafólki at vera vælkomin.

“Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín vinur skiljast vit her!” verður kvøðið. At møtast og skiljast er ein lívstreyt og kann vera bæði gleðiligt og sárt. Í dag er ikki tíð at skiljast. Í dag er tíð at møtast.

Verið hjartaliga vælkomin á vestanstevnu her í Sørvági. Vón mín er, at vit fara at síggja nógv fólk hugna sær saman við vinum og kenningum.

Góða Vestanstevnu!

Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri