Vælkomin umborð

Sum tit kanska longu hava varnast, eru vit eitt sindur klikkaðar her á Rákinum. Vit eru sannførdar um, at lívið verður nógv stuttligari, tá vit eru eitt sindur svøk.

Men vit eru ikki einsamallar, tí nógv bendir á, at føroyskar kvinnur eru vorðnar djarvari síðstu árini. Bæði við at geva sína hugsan til kennar, at bjóða seg fram á palli og í vinnulívi, og at seta orð á viðbrekin evni sum kynslív og javnstøðu.

Tey, sum skapa rák eru eisini tey, sum bróta upp úr nýggjum og ganga á odda – ofta meðan hini krympa tær.

Lat okkum minnast Frændur, tá teir sungu: Kom og verið meira vakin og dansið meira nakin.. Kanska vóru teir eini tjúgu ár framman fyri sína tíð?

Vælkomin í sirkus Rákið!