Jón Ellendersen
????????????????
Mr. Down var ein sera fryntligur, ungur maður, góður við øll og tað besta hann visti var at geva fólki eitt reiðiligt klemm. Mr. Down var altíð í góðum lag.
Kanska gekk tað ikki so væl í skúlanum hjá Down, hann hevði ilt við at sita stillur og skilti ikki alt, sum lærarin segði. Men øll dámdu Down, øll vóru glað tá Down var í klassanum.
Men Mr. Down visti, at hann var ikki sum øll hini, ella rættari: hann og hansara líkar vóru ikki sum øll hini, men tað vóru jødarnir heldur ikki, so hann helt, at allir Down´arnir vóru eitt slag av jødum, og tí kallaði hann tey fyri Down-Jødar.
Ein dagin bankaðu nakrir búnaðklæddir menn á hurðina og søgdu harðliga, at Mr. Down skuldi koma við, og tað sama skuldu foreldrini. "Tit skulu út at ferðast!"
Mr. Down var í sjeynda himli. Hann hevði altíð droymt um at sleppa at ferðast. Men, tað undraði hann hóast alt, at tokið var so ússaligt, at eingir stólar vóru í vogninum og, at tað luktaði so illa. Í einum króki sat ein kona og græt, hon græt allan túrin. Mamman og pápin søgdu bara, at "tað gongur nokk, Mr. Down".
Tá tokið steðgaði - Mr. Down visti ikki hvussu leingi tey høvdu koyrt - kom ein brískur búnaðmaður, tey søgdu hann var sanitetshermaður - eitt løgið orð. "Tú fert til høgru!" segði sanitetshermaðurin við Mr. Down, "og tit til vinstru!" segði hann við foreldrini.
Mr. Down helt tað vera stuttligt, men helt tó, at foreldrini sóu so kedd út. Tað skilti hann als ikki, tí nú vóru tey komin til ein sera hugnaligan feriubý, Bergen-Belzen, ikki Bergen, sum hann helt mamman og pápin høvdu sagt. Líka mikið, hann kundi fara til Bergen eina aðra ferð. Eftir sum Mr. Down skilti, so var tað eina og aleina tí hann var ein Down´ari, so tað mátti vera okkurt heilt serligt.
Á veg inn í feriubýin fekk Mr. Down eyga á eitt skelti, har tað stóð okkurt sum "Arbeit Macht Frei", men hann skilti ikki orðini, tey vóru fremmand.
Mr. Down legði til merkis, at meginparturin av fólkinum í feriubýnum gingu við gulum stjørnum. Hann vildi eisini hava eina gula stjørnu, men fekk at vita, at har hann skuldi, høvdu tey ikki gular stjørnur fyri neyðini.
Mr. Down fekk at vita, at ein maður sum æt Hitler hevði bygt Bergen-Belzen feriubýin, so Hitler mátti vera ein fittur maður, ein rættiligur jólamaður.
Tað síðsta Mr. Down mintist var, at hann var biðin um at fara í bað. Aldri fyrr hevði hann sæð so stórt baðirúm, har vóru minst 100 brúsur. Mr. Down helt tað vera stuttligt at fara í bað við so mongum í senn, og hann skilti ikki, hví so mong teirra grótu. Heima hjá teimum grótu tey í øllum føri ikki, tá tey skuldu í bað, tí tað var so herligt.
---
Fyri stuttum sótu vit øll skelkað framman fyri sjónvarpsskíggjan og hugdu at sendingini um svenska rasupolitikkin. øll fólk, sum ikki vóru "av reinari rasu", ella vóru samar, sálarsjúk, menningartarnað vórðu geld so tey aldri kundu fáa børn. Hitler dámdi so væl hesa læru, at hann menti hana, men í staðin fyri at gelda, týndi hann tey ístaðin í stórum týningarlegum: Bergen-Belzen, Buchenwald, Auschwitz og Tre-blinka. Eisini børn og vaksin við Down-syndromi vóru týnd saman við jødunum.
Ja, vit eru skelkað av slíkum tíðindum, men tá vit í Útvarpinum hoyra, at nú skulu allar kvinnur fáa nakkafoldskanningar, tí møguliga bera tær ein Mr. Down undir brósti, og tað kann nýmótans samfelagið, har alt og øll helst skulu vera perfekt og ikki kosta samfelagnum ov nógv, ikki góðtaka.
Men vilja vit, og tora vit at játta fyri okkum sjálvum, at nýggjasta stjørnuskoti úr Danmark ikki er annað enn tað, sum svenska rasulógin og síðani Hitler royndu, at rudda heimin fyri tí óperfekta, at rudda heimin fyri børnum við Down-syndromi og øðrum sjúkum, sum pletta tað perfekta, sum eru ein stór útreiðsla fyri eitt samfelag, sum heldur vil nýta peningin til vælferð (?!?!)
Tora vit? Vilja vit?
Boðskapurin frá vísindini í Keypmannahavn ljóðar øðrvísi, men í roynd og veru, er boðskapurin ikki annað enn søgan um nýggju klæði keisarans. Endamálið er at sleppa av við alt tað óperfekta, sum tyngir heilsuverkið og samfelagið annars. Vit hava brúk fyri "Lebensraum" og einum nýggjum "Endløsung" tí vit vilja vera harrar yvir lívi og deyða, vit vilja skapa tað perfekta menniskjað, tað perfekta, rasureina samfelagið.
Tað syrgiliga er bara, at heimurin verður so óendaliga fátækur og litleysur, sleppa hesir gráu, myrkursins gongumenn at avgera hvussu vit øll skulu vera. Kanska ein gráur, keðiligur massi sum tey sjálvi. Eins-rættað, einstáttað og einsporað. Heimurin verður fátækur uttan Mr. Down, sera, sera fátækur. Men íklætt lógina um fosturtøku, er nýggjasta vápnið kanska besta vápnið nakrantíð móti Mr. Down, tí nú er tað umsorganin fyri mammuni, pápanum og hinum systkjunum sum er loysnarorðið.
Hvussu er við umsorg-anini fyri Mr. Down, tað hugsa hesir gráu menn minni um. Teir kundu kanska eins væl sagt: Væl afturkomin til Bergen-Belzen, Mr. Down.
PS: Her heima kundu vit passandi vígt Trælanýpuna av nýggjum.










