Vælkomin til Føroyar!

Í hesum døgum verður tosað nógv um at Føroyar innan eitt ár er farið hava yvirtikið útlendingastýrið, sum annars er danskt burturav.

Tað er ein góð nýggjheit hjá øllum teimum sum standa føst í stirvna kontórveldinum Udlændingestyrelsen. Undirritaði hevur sjálvur havt stórar trupulleikar við einari umsókn, og mong onnur munnu vera í somu støðu. Men hetta er ein yvirtøka sum má og skal planleggjast væl og virðiliga, áðrenn sett verður í gongd. Man eigur at líta á hini Norðanlondini og læra av teirra feilum. Serliga hugsi eg um Danmark, har útlendingarnir t.d. ikki kunna brúka útbúgvingina teir hava við heimanífrá. Eisini vera flóttafólkini "ghettoiserað" í sama íbúðarkompleks, so tey veruliga hava ein stat í statinum. Tað gevur teimum ongan tørv ella áhuga í samfelagnum teir liva í, og vera tí aldrin integreraðir. Tey elstu fólkini sum koma læra t.d. ikki málið og heldur ikki mentanina at kenna, og tað kann elva til eina óskylduga men álvarsliga rasismu, tí tey ikki eru "føroysk" á nakran hátt. Tá er best at vit læra okkum at síggja tey í dagliga degnum og góðkenna at tey eru her beinanvegin.
Krav eigur at vera um integratión. Ikki eitt krav um at tey skula gloyma hvørji tey eru, men at tey læra føroyska mátan at hugsa, og hvussu vit skilja okkum frá øðrum fólkasløgum. Málið er eisini ógvuliga umráðandi. Føroyingurin hevur beinanvegin hug at tosa teirra mál, men tað eiga vit bert at gera um vit fara til fremmand lond. Her á landi tosa vit føroyskt og ikki enskt. Tað skal eisini vera ómøguligt at fáa permanent uppihaldsloyvi, um útlendingar ikki hava klárað at lært málið bæði í skrift og talu.

Skjótt og kontant
Niðri er vanligt at umsøkjarin bíðar einar 6-8 mánaðir og í ringastu førum eitt ár áðrenn avgerðin kemur. Tað ger tað sera tungt bæði búskaparliga tí ein ikki kann arbeiða, og kensluliga tí ein er "ósjónligur" og ikki eingong hevur pass meðan umsóknin verður viðgjørd. Eg veit ikki um hetta er ein teknikkur fyri at útlendingar ikki skula tíma og orka at søkja, men teknikkurin virkar ikki. Til dømis hevði Danmark ein trupulleika serliga við russum, ið væl vistu at teir ikki fingu uppihaldsloyvi, men ætlaðu at liva tað góða lívið uppá statsins rokning teir 6-8 mánaðirnir tað tók. Eisini komu teir fyri at ríka seg upp við stolnum vørum og øðrum milt sagt ivasomum fyritøkum. Hesi "interessuflóttafólkini" eiga at vera víst út beinanvegin, tí svarið verður noktandi hóast alt.
Tað sama er galdandi fyri útlendingar sum eru giftir við føroyingum. Hevur man pappírini í lagi verður svarið játtandi, og tað má gevast skjótast gjørligt, tí útlendingurin hvørki lærir føroyskt ella arbeiður meðan hann bíðar. Føroyski parturin av ektaskapinum hevur eina stóra pengabyrðu, tí útlendingurin onga inntøku hevur, og tveir munnar eta meir enn ein.

Tungt at dansa
Nógvir føroyingar eiga at fáa hjálp beinanvegin við Udlændingestyrelsen. Okkara sakir fáa lægsta prioritet í Danmark, har teir siga at pressið er so stórt og aðrar láturligar umberingar. Eisini er tað fullkomiliga ógjørligt at gera um seg, tí við at venda sær til Udlændingestyrelsen seinkar ein bara sakini. Sendir man so eina formella klagu til Bertel Haarder seinkar tað eisini sakina. Tað mest láturliga av øllum er at landsstýrið hvørki kann ella vil hjálpa til, tí teir bert eru áskoðarar í dystinum. Vit ? gíslarnir ? liva so í okkara Kafka?sku verð og renna høvdið í veggin ferð eftir ferð og hava ongan at heita á. Tí vil eg siga við Høgna Hoydal varaløgmann: hjálp serliga teimum sum eru gift við útlendingum, tí serliga hesar sakirnar verða súltaðar.

Donsk krøv í Føroyum
Fleiri føroyingar kunna ikki fáa svar, tí eitt danskt skrivstovufólk ikki kennur til føroyskar umstøður. Undirritaði fekk eitt bræv frá Udlændingestyrelsen um at eg ikki kundi fáa svar, tí eingin databasa er í Føroyum sum avdúkar støddina á íbúðini eg búgvi í. Tvs. at føroyska sosiallógin skal fullkomiliga umskapast áðrenn svarið kemur. Har má landsstýrið vera ambassadørur og fáa loyst trætumálið. Landsstýrið eigur beinanvegin at gera greitt fyri málsviðgerunum hvat er og ikki er galdandi fyri Føroyar, tí teir ána ikki hvat Føroyar eru og hvussu lógirnar eru. Føroysku sakirnar vera tí viðgjørdar sum verandi danskar, og so slær bremsan í.

Gott at liva
Vit skula minnast til at integrera og fáa fólkini í gongd beinanvegin. Politikkurin á økinum eigur at vera gjørdur soleiðis, at tað er lokkandi at læra livimátan og marknaðin at kenna. Vit muga eisini læra okkum at góðtaka tey sum sleppa inn, og ikki vera freistaði at gera mismun. Fleiri innflytarar í Danmark kunna ikki fáa arbeiði tí teir eita Muhammed, men um teir ringja og siga seg eita Benny so er alt í lagi. Hendan dulda rasisman er óhugnalig at hoyra um, og eggjar avgjørt ikki til at integrera seg. Tvørturímóti gevur tað eina "vit og tey" uppfatan av samfelagnum, og tað er tað síðsta vit hava brúk fyri.