Vælkomin til ein breiðan dialog

Í gjár kom grønlendski fiskimálaráðharrin á vitjan í Føroyum. Hetta er upphiting til samráðingar um komandi fiskivinnusamvinnu millum londini. Grønlendski fiskimálaráðharrin skal vera hjartaliga vælkomin til Føroya. Væl vitandi, at nettupp Grønland og Føroyar eiga atgongd til nakrar av heimsins ríkastu fiskigrunnum og samtíðis eru so bundin at júst fiskivinnuni, er greitt, at báðar brøðratjóðirnar hava nógv at tosa um. Ein dialogur millum bæði londini átti at verið ein sjálvfylgja, men ikki bara tá tað snýr seg um fisk. Eisini tá tað snýr seg um onnur vinnuøki eiga vit at skifta orð hvør við annan. Og her hugsa vit m.a. um ta stóru avbjóðing, sum er báðum londunum fyri í løtuni, nevniliga komandi oljuleiting. Og her hevur spurningurin um eitt reint umhvørvi ómetaliga stóran týdning.

TAÐ er ikki so langt síðani, at Jonathan Motzfeldt undir eini vitjan í Føroyum legði alstóran dent á samvinnuna millum bæði londini og í hesum sambandi eisini fór út um vanliga samvinnuøkið, fiskivinnuna - til nettup komandi oljuútviklingin. Hann metti tað náttúrligt og rætt, at vit læra av hvørjum øðrum og fylgja útviklinginum hjá hvørjum øðrum, nú báðar tjóðir standa á einum týðandi vegamóti. Tað skal vera vón okkara, at tá grønlendski fiskimálaráðharrin fer heimaftur til Grønlands at tosa um komandi samvinnu á fiskivinnuøkinum eisini letur sínar starvsfelagar í landsstýrinum vita, at Føroyar og Grønland eiga at víðka um verandi samvinnuna og dialogin til eisini at fevna um tær stóru avbjóðingar, sum liggja í eini komandi oljuleiting. Sum smátjóðir við egnari mentan og har reint umhvørvi er ein fortreyt fyri framhaldandi menning, er rætt at minna á hetta við einum mennandi dialogi.

VIT eiga eisini at síggja Norðuratlantshavið sum eitt øki, ið vit allir, tvs. grønlendingar, føroyingar, íslendingar og lutvíst eisini norðmenn og kanadiarar eiga at kenna eina felags ábyrgd fyri, tað veri seg við atliti til at troyta livandi tilfeingið skilabest, at verja umhvørvið og at troyta nýggjar vinnumøguleikar. Vit eiga í hesum sambandi eisini at hava eina felags støðu til ta dálking, sum kemur frá ídnaðarlondunum og sum kann vera við til at undirgrava okkara egna tilverugrundarlag. Tí eigur dialogurin eftir okkara meting í sambandi við slíka vitjan eisini at nema við onnur fyri okkum lívstýðandi øki. Vit hava áður á hesum stað nevnt týdningin á samstarvið við íbúgvararnar í øllum tí arktiska økinum. Her hugsa vit um inuittar í Alaska, Kanada, Grønlandi og Ruslandi. Hesi hava so avgjørt brúk fyri dialogi við umheimin, og her kunnu m.a. Føroyar verða eitt portur til umheimin. Liggjandi miðskeiðis millum stóra Europa og arktisku økini kunnu vit vera ein katalysor ella brúgvabyggjari, har trupulleikar og álvarsmál hjá inuittum fyri norðan verða kanalyseraðir víðari. Hetta er ein stór men eisini spennandi uppgáva, har nettup vit føroyingar við okkara kontaktum til Europa kunnu vera við til at loysa upp fyri tí, sum fer fram fyri norðan men sum so eisini hevur samband við okkara egna umhvørvi. Við at vísa áhuga fyri eitt nú grannum okkara fyri norðan seta vit eisini hol á mál, sum hava tilknýti til okkum sjálvi.