Vælkomin til Iran

Tveir av nývaldu tinglimunum hjá Tjóðveldi munnu hava tað meiri enn torført við at fara í samgongu við Miðflokkinum. Í bókini Krossvegir, sum kom út í heyst, fer annar teirra, Sjúrður Skaale, bókstaviliga í krovið á Miðflokkinum, ið hann ákærir fyri vilja at skerja tað persónliga frælsið hjá tí føroyingum. - Vælkomin til Iran, skrivar tjóðveldistingmaðurin um sjónarmiðini hjá Miðflokkinum. Eisini Bjørt Samuelsen er atfinningasom mótvegis flokkinum

Samgongusamráðingar

 

Um Sjúrður Skaale var formaður í Tjóðveldinum má tað metast at vera sera ivasamt, um Miðflokkurin nakrantíð var komin framat samráðingarborðinum til eina nýggja samgongu. Í øllum førum um eitt essay hjá honum í bókini Krossvegir, sum kom út í heyst, skal lesast bókstaviliga. Her fer nývaldi løgtingslimurin rættiliga í krovið á Miðflokkinum.

Undir yvirskriftini »Demokratiskt frælsi ella teokratiskt ófrælsi« hugleiðir Sjúrður Skaale um fundamentalistiska, politiska religión, sum hóttir frælsið og fólkaræðið um allan heimin. Hann vísir á, at tað eisini í Føroyum eru politiskar kreftir, sum vilja avtaka andsfrælsið og skipa landið sum eitt fundamentalistiskt, religiøst teokrati.

Adressan hjá Sjúrða Skaale er Miðflokkurin, sum kom styrktur inn á løgtingsvalinum 19. januar.

Her er eitt brot úr greinini hjá nývalda tjóðveldistingmanninum.

»Miðfloksins stevnuskrá er púra greið. Frælsi hins einstaka skal skerjast.

Trúarfrælsið skal skerjast. Talufrælsið skal skerjast. Fjølmiðlar skulu undir religiøst eftirlit. Skúlar – og einstakir lærarar – skulu eisini undir religiøst eftirlit. Sum heild – vælkomin til Iran!«.

Og víðari skrivar Sjúrður Skaale.

»Miðflokkurin dylur als ikki fyri, at hann vil seta diktatoriska, religiøsa fundamentalismu í staðin fyri frælsi og fólkaræði. Og tað merkiliga er, at hesin flokkur verður roknaður at vera púra stovureinur í Føroyum. Allir aðrir flokkar kunnu samstarva við hann – og millum veljarnar tykist undirtøkan bara at vaksa.«

Sosialurin hevur spurt Sjúrða Skaale, hvussu tað ber til, at hann kann sita við borðið saman við Miðflokkinum, tá hann hevur slík sjónarmið um flokkin.

- Eg skilji væl, at tú spyrt. Tað er ongin ivi um, at Tjóðveldi og Miðflokkurin standa sera langt frá hvørjum øðrum í nógvum spurningum. Hinvegin hevur Miðflokkurin víst ein ógvuliga góðan vilja til at samstarva. Eg fái bara ikki farið út og skift orð um slík viðurskifti beint nú, tí so úttali eg meg um samráðingarnar og var illoyalur. Avtalan er, at tað bert er floksformaðurin, sum úttalar seg, sigur Sjúrður Skaale.

Tó vil hann siga so mikið, at hann hevur staðfest, at Miðflokkurin hevur víst ein sera jaligan vilja til at fáa eina semju um samgongu.

- Generelt vil eg siga, at endamálið við samráðingum er at finna útav, um tað ber til at samstarva um tað um, sum man er samdur um, og lata tað man er ósamdur um, liggja. Higartil hevur hetta eydnast væl, sigur Sjúrður Skaale.

 

Langt frá Iran

Eisini Bjørt Samuelsen, somuleiðis nývald á Tjóðveldislistanum, er í somu bók atfinningarsom móti Miðflokkinum.

- Tað, sum eg finnist at í mínarí grein, er at pressan so ókritiskt lat sentralar persónar brúka 266 B til at profilera seg sjálvar. Til dømis Karsten Hansen, sum eg brúki sum dømi í bókini. Hinvegin er hann ein politikari, sum eg havi virðing fyri, sjálvt um vit ikki eru samd um allar etiskar spurningar. Men tú er noyddur at samstarva yvir um etisk mørk, sigur Bjørt Samuelsen, ið er samd við Sjúrða Skaale í, at málið má vera at samstarva um tað, man kann samstarva um, og so lata hitt liggja.

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur heldur ongar trupulleikar av, at tað finnast sjónarmið í Tjóðveldinum, sum eru so atfinningarsom móti hansara flokki. Hann sigur, at antin hevur Sjúrður Skaale ikki meinað tað, hann skrivar, ella hevur hann verið í mentalari ójavnvág, tá hann hevur gjørt tað.

- Í hesar fýra dagarnar vit hava samráðst, hevur Sjúrður Skaale ikki tikið nakað av hesum upp á tungu. Hetta er eisini nakað tvætl, hann kemur við, og eg vil undirstrika, at Miðflokkurin sjálvandi er ein fult demokratiskur flokkur. Vit hava ongantíð róð uppundir nakran annan stýrisform enn fólkaræði. Hvat fólk trúgva, er ein persónlig sak. Sjúrður er alt ov væl lærdur til ikki at vita hetta. Frælsi eyðkennir kristna boðskapin, sum liggur sera langt frá islam og tí, sum verður praktiserað í Iran, sigur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana.