Oddagrein
Í hesum døgum fáa vit forvitnisliga vitjan. Føroyar og Írland skulu mikudagin spæla undandyst í HM kappingini í fótbólti. Men henda vitjan er ikki bara fótbóltur. Tað at írar nú í stórum tali vitja oyggjar okkara er nógv meira enn bara fótbóltur. Tí tey, sum kenna søgu okkara, vita eisini, at tað nettupp vóru írar, sum fyrst bygdu land her í Føroyum. Tí er henda vitjan, henda løtan vit skulu spæla landsdyst, meira enn bara ítróttur. Hon er eisini týðandi søga og mentan.
Fyri tey, sum ikki kenna søguna, er at siga, at okkara "irish connection" er 1280 ára gomul. Írski søguskrivarin Dicuil vil vera við, at írskir munkar, Papar nevndir, gjørdu landnám í Føroyum umleið 725 ár eftir Krist. Men teir rýmdu umleið 100 ár seinni, tá víkingarnir komu til oyggjarnar. Hóast ikki nógv er varðveitt frá írsku tíðini í Føroyum, so finnast tó mong staðarnøvn frá hesi tíðini.
Nú nærum 1300 ár seinni er aftur ein írsk innrás í Føroyum. Hesaferð ikki av írskum munkum ella einabúgvum men av stoltum og ernum írum, sum eftir mong harðbalin ár og stríð, hava megnað at byggja upp eina tjóð, sum í dag telist millum tær fremstu í Europa. Vónandi kunnu vit læra nakað av írskum fótbólti, men enn betur, um vit kunnu læra av írska stoltleikanum, treiskninum og dugnaseminum.
Hóast vit mikudagin skulu stríðast á vølli, so rætta vit eisini eina vinarhond út móti írska upphavi okkara og biðja til, at henda nýggjasta innrásin kann gagna okkum eisini.
Føroyska landsliðið hevur eina stóra uppgávu mikudagin. Enn eitt tap, tó at tað ikki var so stórt, er aftur vorðið okkara lutur. Vit kláraðu okkum væl segði venjarin eftir dystin. Vist vístu okkara menn áhaldni og vilja. Men tað var ikki nóg mikið til at vinna okkum tey so nógv umbidnu stigini. Vit hava fyrr á hesum stað sagt okkara hugsan. Og vit skulu endurtaka hana fyri triðju og seinastu ferð, samtíðis sum vit eisini vísa til okkara frægu starvsfelagar í hinum miðlunum.
Rámandi orðini hjá útvarpsmanninum sunnukvøldið, tá hann tók til, at Todi eigur at vera á landsliðnum, var enn eitt ekko í tí skara, sum seinastu dagarnar hevur mælt somu orð.
Tað hevur víst seg, at so gott sum øll okkara ítróttarpressa stendur sum ein maður og krevur av venjaranum, at Todi skal á landsliðið. Vit ivast onga løtu í, at varð hetta okkara besta álopskort nakrantíð við í álopinum móti Sveits, hevði úrslitið kunnað verið betri. Tí er í tøkum tíma, at venjararnir taka hesa niðurstøðu til sín.
Standa teir kortini við sítt bæði nú og til komandi dystir í heyst, so eru kanska aðrir útvegir. Oftani hava vit sæð, tá uppstilling er til val, at onkur tekur seg aftur, fyri at onkur atkvøðuslúkari, sum hevur staðið á síðulinjuni, kundi koma við á liðið. Hvat nú um onkur annar trekti seg fyri at geva pláss til henda okkara besta málslúkara! So vit fingu 3 stig móti Írlandi mikudagin.
Sosialurin