eftir at spæla um, var B36 fimm stig aftanfyri HB. Nú eru átjan stig at spæla um, og nú er B36 átta stig aftanfyri HB. Tað skal vilja verri enn illa til hjá HB, um teir ikki fara at fáa triðja settið av [...] boðar frá klassa, og í HB eiga teir meiri enn at hóma teir 2. oktober í havsbrúnni. Tá skulu teir spæla í Runavík, og hóast tann uppgávan onkra ferðina hevur kenst rættuliga stór hjá HB, so fara teir ivaleyst [...] seinastu vikurnar. ÍF er næstniðast, men um úrslitini seinastu vikuna verða nýtt sum grundarlag at meta út frá, so eru teir betri fyri, enn B68 er tað. Mánakvøldið í síðstu viku vann ÍF 2-1 í Runavík, og
Hóast liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, sjálvandi var fegin um sigurin í Vági, so heldur hann framvegis, at tað er ov tíðliga at tosa um nakað meistaraheiti. - Tað eru framvegis seks dystir eftir at spæla [...] Vági helt Rúni, at tað kom væl við hjá teimum, tá teir í steðginum hoyrdu, hvussu støðan var í Havn. - Sjálvandi hugsaðu vit fyrst og fremst um okkara, men tá vit hoyrdu, at GÍ var á odda og B36 hevði málverjan [...] nakað av trýstinum frá okkum. Tí vóru vit kanska meira róligir, tá vit fóru út til seinna hálvleik. - Og so haldi eg eisini, at tað nú má vera liðugt við tosinum um, hvussu trupult vit hava tað í Vági.
síðani, og sunnudagin gjørdist tað so til eitt óvæntað come-back á besta HB-liðnum hjá leikaranum, sum um tveir mánaðir verður 31 ár. - Hetta hevði eg so slettis ikki roknað við. At byrja við í ár ætlaði eg [...] Árini 1994 og 1995 var ein av evna- og vónríku leikarunum í besta HB-hópinum Heini Gaard, sum royndi at vinna sær pláss á miðvøllinum. Síðani hetta hevur tó verið lítið at hoyrt til hansara, tó at hann [...] dystin. Og í mun til støðuna fyri 10 árum síðani, so er tað nú sum álopsleikari, at Heini roynir seg. - Ja, ja. Tað plagar annars at vera so, at menn arbeiða seg aftur eftir vøllinum, so hvørt sum árini ganga
hetta ásannaði hann eisini, at nú var stríðið nokk liðugt fyri teirra viðkomandi. - Nú er tað farið. Vit høvdu vónað, at HB skuldi missa stig í Vági, men tað gekk so ikki. Fyrsta treytin var tó sjálvandi
leikbannaðir, tá ið Skála næsta sunnudag fer at fáa vitjan av B68, sum roynir ikki at missa ÍF úr eygsjón. - Vit eru serliga harmir um, at Pauli G. Hansen noyddist at fara av vøllinum, tá ið ein tími var [...] Hvussu verður við meistaraheitinum? - Tað hava vit ongantíð roknað við, at vit fóru at vinna. Vit hava tikið ein dyst í senn og frøtt okkum um tað, sum vit hava fingið. HB hevur nógv gott fólk, og tá ið teir [...] ÍF-Skála Fuglfirðingar staðfestu sunnudagin, at teir høvdu spælt ímóti einum liði, sum var væl betri enn teirra lið. Tað fara ivaleyst at vera aðrar ferðir, tá ið tað verður størri møguleiki at fáa stig
venda. Men eftir fyrstu Skála vitjanina nakrantíð í landskappingardysti í fremstu røð staðfestu teir í ÍF, at hesa ferð var ikki hugsningur um. Teir vóru ov stuttir. Hóast onkrir snuddir hava verið kring [...] steðginm øktu til 4-0, var tað heilt avgjørt, hvør skuldi eiga stigini og hvør einki skuldi fáa. Hjá ÍF tóktist høgra síða hava tað torført. Longu undan steðginum tóku teir avleiðingarnar og gjørdu tvær [...] tyngdin og broddurin í álopinum eru ikki nóg góð. Soleiðis er tað ikki á Skála. Burtursæð frá oddaliðnum, HB, hevur einki lið so góðar álopsspælarar, sum Skála hevur teir. Hesa ferð fekk Skála fýra mál, og teir
liðið hevði ikki verið so galið at sæð í kvøld: Jens Martin Knudsen - Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, John B. Hansen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Súni Olsen, Rógvi [...] Jacobsen hevur higartil í ár verið álopsspælari á meistaraliðnum, og hann eigur sín stóra lut í, at HB er sannførandi oddalið. Rógvi hevur skorað níggju mál og er toppskjútti í landskappingini. Sjey ella [...] bóltinum til Toda Jónsson. Hevur tú hugsað um, at tú hesa ferð kanska fer at fáa møguleikan í álopinum? - Tað havi eg ikki. Eg havi verið 25 ferðir á landsliðnum. Tað er bara síðsta árið, at eg havi verið millum
á plássinum. Í framrættaða spælinum tykist hann framvegis hava dekan ov góðan at sparka - heldur enn at spæla - bóltin niðaneftir. 4. Pól Thorsteinsson, B36 (33/0) Var á vanliga plássinum á høgra bakki [...] tackla, men vanligu rykkini niðan eftir vøllinum sást tó ov lítið til mikukvøldið. 6. Rógvi Jacobsen, HB (26/4) Sýndi við 2-0 málið, at hann hevur evnini at standa á rætta staðnum røttu tíðina, og yvir høvur [...] kropsliga yvirskotið, og hevði fleiri ferðir á rað væl kendu raidini niðan eftir vøllinum. 9. Jákup á Borg, HB (33/2) Tóktist fyrstu longu løtuna av hava stórar trupulleikar við at koma inn í spælið, men hetta
vart ikki so nærgangin í høvuðspælinum, sum tú plagar at vera í landskappingini? - Eg var ikki so frammarlaga, sum eg eri í HB. Men fyritreytirnar áttu at havt verið góðar, tí mótstøðumenninir vóru væl lægri [...] heimaliðið hevði havt fleiri, enn mótstøðuliðið hevði havt, vóru teir tríggir málskjúttarnir samdir um. - Eg varð púra blankur, eftir at kontra frá John kom yvir til mín. Eg hevði gott pláss og góða tíð, og [...] upp á brotsspark, tá ið Føroyar 27. apríl í fjør á sama vølli sum mikukvøldið vunnu 3-2 á Kasakstan. - Tað var fint, at vit hóast alt vunnu, og eg eri sjálvandi fegin um at hava skorað. Landsliðsmálini hjá
langt upp til fremstu liðini, nú VB tapti fyri bæði Skála og HB, so eru vágbingar framvegis við gott mót til seinasta triðingin av landskappingini. - Gullið er kanska farið, men upp til næstu liðini er ikki [...] tess hevur VB at kalla alt fólkið tókt. Einasta fráveran er Mortan í Hørg, sum fekk tvey gul kort móti HB. Dýrur fagnaður Heldur ikki í EB/Streymi hava tey slept vónini um at vinna seg longur upp á talvuna