Fótbóltur
Fuglfirðingar vóru rættuliga spentir. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini. Sigurin í Runavík mánakvøldið í síðstu viku varð mettur at vera júst heilivágurin, sum skuldi til, fyri at fáa gongdina frá nógvu teimum seinastu ferðunum at venda. Men eftir fyrstu Skála vitjanina nakrantíð í landskappingardysti í fremstu røð staðfestu teir í ÍF, at hesa ferð var ikki hugsningur um. Teir vóru ov stuttir.
Hóast onkrir snuddir hava verið kring summarsteðgin, so halda teir á Skála stílin. Longu tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, høvdu teir fingið tvey mál, teir øktu dygst undan steðginum, og tá ið teir í fyrsta minuttinum eftir steðginm øktu til 4-0, var tað heilt avgjørt, hvør skuldi eiga stigini og hvør einki skuldi fáa.
Hjá ÍF tóktist høgra síða hava tað torført. Longu undan steðginum tóku teir avleiðingarnar og gjørdu tvær skiftingar. Kanska hjálpti hetta nakað, og kanska var ein onnur orsøk til, at talan í 2. hálvleiki ikki gjørdist um skrædl, at skálamenn ? hóast teir tóktust ætla sær at vinna uppaftur størri sigur ? á ein ella annan hátt vóru nøgdir. Í hvussu so er við úrslitið.
Vandamiklu menninir
Hjá fleiri feløgum hevur stóri trupulleikin verið og er hann, at tað gongst illa at fáa mál, tí tyngdin og broddurin í álopinum eru ikki nóg góð. Soleiðis er tað ikki á Skála. Burtursæð frá oddaliðnum, HB, hevur einki lið so góðar álopsspælarar, sum Skála hevur teir.
Hesa ferð fekk Skála fýra mál, og teir báðir, Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg, fingu tvey mál í part. Í 18. opg 20. minutti skoraðu teir hvør sína ferðina. Í tí fyrra førinum var Jónhard málskjútti, eftir at hann var komin rættuliga tætt undir málið, og í seinna førinum var tað Bogi, sum skoraði, eftir at hann var komin dygst undir málið og sendi framvið Karstini Joensen og í síðunetið.
Fimm minuttir undan steðginum krúllaði Bogi Gregersen seg leysan eitt sindur í høgru, áðrenn hann skoraði, og í fyrsta minuttinum eftir steðgin var tað Jónhard Frederiksberg, sum var árvakin, áðrenn fuglfirðingar rættuliga tóktust hava givið sær far um, at tað var farið undir seinna umfarið. Hann kom ímillum afturlegging og legði bóltin trygt í málið.
ÍF var onkra ferðina framvið, men teir fingu bara eitt mál. Tað kom ikki fyrrenn í næstsíðsta minuttinum. Málskjútti var nýggi maðurin, Sylla Amed, sum var í álopinum saman við Magna á Lakjuni. Hóast teir vóru frammanfyri við fýra málum, so var tað ikki serliga snilt av Arnholdi Berg, tá ið hann í egnum brotsteigi var ov lítið ansin. Fuglfirðingar fóru avstað við bóltinum, og so var 4-1.
Men eingin ivi var um, at gestirnir áttu tað betra fótbóltsliðið. Tað rakti meint hjá teimum, tá ið liðformaðurin og motorurin á miðvøllinum, Pauli G. Hansen, noyddist at taka seg aftur. Dómarin mundi ikki halda vera um serliga vandamikla støðu. Í hvussu so er bríkslaði hann ikki í sambandi við støðuna, sum hevði við sær, at Skála liðformaðurin noyddist at taka seg av válinum. Løtuna aftaná fingu fleiri av liðfeløgunum hjá honum gula kortið. Tað kundi tókst sum um, at teir vóru ikki sørt frustreraðir, eftir at liðformaðurin og týdningarmiklasti spælarin hjá teimum var farin av vøllinum.
Kortini hava við sær, at í hvussu so er tveir skálamenn fara at vera leikbannaðir, tá ið Skála næsta sunnudag fer at fáa vitjan av B68.









