12. UMFAR SAMANUM
Tveir triðingar av hesum kappingarárinum eru nú lagdir afturum. Tólv umfør eru avgreidd, og um hálvan annan mánað er hetta fótbóltsárið vorðið søga. Leygardagin 2. oktober er átjanda og síðsta umfarið á skránni.
Í góðveðrinum, sum var mesta partin av síðstu viku og eisini var sunnudagin, var sýnið sera gott. Tað sást heilt langt. Serliga hjá teimum, sum høvdu leitað sær niðan á tindar og toppar.
Soleiðis tykist tað eisini at vera í fótbóltskappingini. Eingin ivi tykist vera um, at tað verður HB, sum verður føroyameistari. Oddaliðið var í Vági, og tað gekk sum eftir ánni. Tað var leingi tætt, men eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki koppaði tað útiliðnum til fyrimunar. Teir skoraðu tvey mál, og harvið høvdu teir fyri aðru ferð á rað vunnið í Vági. Tað man vera langt síðani, at teir síðst hava vunnið tvær ferðir upp í slag á Vágseiði. Men tað boðar frá klassa, og í HB eiga teir meiri enn at hóma teir 2. oktober í havsbrúnni. Tá skulu teir spæla í Runavík, og hóast tann uppgávan onkra ferðina hevur kenst rættuliga stór hjá HB, so fara teir ivaleyst at hava eitt sindur at geva út av undan síðsta umfarinum.
Støðan hjá oddaliðnum styrknaði eisini, tí teir næstu ikki megnaðu at fylgja við. Tá ið tað vóru 21 stig eftir at spæla um, var B36 fimm stig aftanfyri HB. Nú eru átjan stig at spæla um, og nú er B36 átta stig aftanfyri HB. Tað skal vilja verri enn illa til hjá HB, um teir ikki fara at fáa triðja settið av gullkrónum í trý ár.
Felags eyðkenni fyri øll hini liðini er, at tey ikki hava verið so støðug, sum teir á oddaliðnum hava verið. Mest støðugir hava teir á Skála verið. At tað kiksaði hjá teimum í heimadystinum ímóti EB/Streymi undan summarsteðginum var dýrur smeitur í FM stríðnum. Skálamenn undirstrika framvegis, at teir ikki hugsa so nógv um meistaraskap og heiðursmerki, men at teir taka eina uppgávu í senn, og at tað so fer at vísa seg, hvussu langt tað fer at røkka. Tað er longu greitt, at teir fara at fáa størri úrtøku, enn teir nakrantíð áður hava fingið, og tað er heilt nógv, sum bendir á, at teir fara at fáa fyrstu settini av heiðurskrónum.
Gøtumenn hava lagt bragdliga fyri. Í triðja umfarinum steðgaði góða gongdin, sum teir høvdu havt, tá ið teir taptu á heimavølli ímóti B36. Hesa ferð søgdu teir takk fyri seinast við at vinna í Gundadali. Eftir níggju stig í trimum teimum fyrstu royndunum eftir summarsteðgin tykist greitt, at tað vera Skála, GÍ og B36, sum fara at kappast um silvur og bronsu. VB misti aftur hesa ferð alt á heimavølli, og hóast NSÍ vann stórsigur á Svangaskarði, so tykist tað ikki skula gerast veruleiki, at teir skulu koma afturíaftur í heiðursmerkjastríðnum. Men tað kann kortini fara at vísa seg.
Kreppan
Í trimum feløgum verður hugsað meiri um botnin og niðurflyting, enn tað verður aðra staðni. Ringast stendur til á Toftum, har B68 sunnudagin ikki gav ábendingar um, at støðan er batnað nakað serligt, hóast fleiri nýggir spælarar eru komnir afturat seinastu vikurnar.
ÍF er næstniðast, men um úrslitini seinastu vikuna verða nýtt sum grundarlag at meta út frá, so eru teir betri fyri, enn B68 er tað. Mánakvøldið í síðstu viku vann ÍF 2-1 í Runavík, og sunnudagin vann NSÍ 5-0 á Toftum.
KÍ er ikki beinleiðis í vanda fyri at flyta niður. 4-0 tapið á Eiði vísti, at støðan er katastrofal, nú felagið um eina viku fer at fylla hundrað ár. KÍ fekk fyri tveimum vikum síðani eitt stig á Svangaskarði, og tað tykist ikki sum um, at teir skulu fáa nakað stig afturat. Í hvussu so er ikki, um hugburður og avriki ikki fara at vera av heilt øðrum slagi, enn tey hava verið seinastu ferðirnar. Um klaksvíkingar ikki skulu enda á næstaftasta plássinum, so verður tað, tí ÍF ikki fer at fáa seks stig afturat.
Nógv kort
Tólvta umfarið var eyðkent av, at tað vóru so nógvar útvísingar. Í Gundadali misti B36 málverjan orsaka av regluni um, at málverjin eisini er fevndur av regluni um neyðbremsu. Í altjóða høpi hevur verið tosað um, at henda reglan átti at havt verið broytt.
Í Fuglafirði og í Vági fingu spælarar reyða kortið, tí teir tvær ferðir høvdu sæð gult. Á Toftum var beinleiðis reytt kort í luftini. Aftur hesa ferð varð staðfest, at dómararnir hava gjørt av, at teir ikki tíma at leggja oyru til hvat sum helst.
Trettanda umfarið verður á skránni sunnudagin. Frammanundan tí er landsdystur á skránni. Hann verður ímóti Malta mikukvøldið.
HB er á tindinum, og tað verður skjótt, at teir fara at hava vunnið FM heitið. B68 er niðast í dalinum, og tað skal nógv broytast, um teir skulu sleppa av aftasta plássinum.