Spæla fyri heiðursmerkjum

Bæði í EBS/treymi og í Vági halda tey seg enn hava møguleikan at spæla fyri heiðursmerkjum

upptakt


Hóast tað kann tykjast so, at tað er dekan ov langt upp til fremstu liðini, nú VB tapti fyri bæði Skála og HB, so eru vágbingar framvegis við gott mót til seinasta triðingin av landskappingini.
                      - Gullið er kanska farið, men upp til næstu liðini er ikki so langt, og á pappírinum hava vit so eisini leikt teir báðar truplastu dystirnar, halda tey í Vági.
                      Tí er einki at ivast í, at farið verður eftir øllum stigunum sunnudagin, og til tess hevur VB at kalla alt fólkið tókt. Einasta fráveran er Mortan í Hørg, sum fekk tvey gul kort móti HB.
 
Dýrur fagnaður
Heldur ikki í EB/Streymi hava tey slept vónini um at vinna seg longur upp á talvuna, men ásannað verður samstundis, at talan er um trupla uppgávu.
                      Ikki minst mnnu tey í EB/Streymi iðra seg um gula kortið, sum Hans Pauli Samuelsen í ovfarakæti fekk móti KÍ. Eitt gult kort, sum bar leikbann við sær, soleiðis at hann ikki er tøkur til dystin.
                      Hinvegin hevur samansetta liðið nú aftur Sorin Anghel tøkan eftir leikbann, og tað er einki at ivast í, at hann kann gerast ein týðandi liður, nú dúvast skal upp á kotraspælið í Vági.