Málskjúttar
Lagið var gott í føroyska umklæðingarrúminum eftir lokið stríð. Tað var fyri neyðini, at tað eydnaðist at vinna. Í upplagdum møguleikum var stórur munur á, at heimaliðið hevði havt fleiri, enn mótstøðuliðið hevði havt, vóru teir tríggir málskjúttarnir samdir um.
- Eg varð púra blankur, eftir at kontra frá John kom yvir til mín. Eg hevði gott pláss og góða tíð, og tíbetur eydnaðist tað at fáa mál, staðfesti Jákup á Borg, sum tykist eiga sjálvskrivað pláss uttast í høgra borði á miðvøllinum. Hetta var 33. ferðin, at hann var á landsliðnum, og hetta var annað landsliðsmálið hjá honum. Spinklu hagtølini fyri málskjótingina hjá Jákupi á Borg kundu boðað frá, at Føroyar skjóta trý mál og vinna, tá ið Jákup skorar á landsliðnum. Fyrsta málið skoraði hann upp til 1-0 upp á brotsspark, tá ið Føroyar 27. apríl í fjør á sama vølli sum mikukvøldið vunnu 3-2 á Kasakstan.
- Tað var fint, at vit hóast alt vunnu, og eg eri sjálvandi fegin um at hava skorað. Landsliðsmálini hjá mær higartil eru skorað í vinardystum. Nú mugu vit vóna, at mál eisini fara at koma í HM undankappingardystunum, var viðmerkingin hjá Jákupi á Borg.
Rógvi Jacobsen økti um leiðsluna til 2-0. Hetta var 26. ferðin hjá HB toppskjúttanum á landsliðnum, og hetta var fjórða ferðin, at hann var millum málskjúttarnar. Í fjør skoraði hann í báðum EM undankappingardystunum ímóti Íslandi, og so skoraði hann í vinardystinum ímóti Póllandi tíðliga í 2002.
- Eg hevði so gott pláss, sum man sjáldan hevur so stutt úr málinum, og tá ið tað er so nógv fólk í brotsteiginum. Uppspælið var gott, og eftir at skotroyndir frá bæði John og Hjalgrími vóru blokeraðar, stakk bólturin út til mín. Eg sá, at eitt hol var inn við nærra stólpanum, og tí betur eydnaðist at fáa mál.
Tú vart ikki so nærgangin í høvuðspælinum, sum tú plagar at vera í landskappingini?
- Eg var ikki so frammarlaga, sum eg eri í HB. Men fyritreytirnar áttu at havt verið góðar, tí mótstøðumenninir vóru væl lægri, enn teir eru í føroysku kappingini. Serliga legði eg til merkis, at málverjin var ikki so høgur, sum málverjarnir vanliga eru á landsliðum.
Fróði Benjaminsen skoraði sigursmálið. Hetta var onnur ferðin, at hann taldist millum málskjúttarnar. Fyrra ferðin var í 3-1 sigrinum á Liktinstein á Tórsvølli í 2002.
- Eg var heppin og rakti bóltin væl við vinstra beini, tá ið eg royndi at flukta. Tað var gott og kærkomið at síggja bóltin fara umvegis stólpan og í málið. Eg haldi, at ein partur av orsøkini til, at tað var eitt sindur stirvið var, at dómarin bríkslaði so nógv. Hann var avgjørt ikki heimadómari.
Ert tú vorðin ein betri fótbóltsspælari, nú tú hevur spælt tveir triðingar av íslendsku kappingini?
-Tað mugu onnur døma um enn eg sjálvur.
Men tú hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu hjá Fram seinastu tíðina?
- Eg havi ikki verið førur fyri at venja og spæla, sum eg hevði viljað, tí eg havi verið plágaður av vøddaskaða. Nú stendur betri til. Eg var á liðnum seinasta vikuskifti, og eg vóni at fáa møguleikan, tá ið vit skulu spæla í vikuskiftinum.
Málskjúttarnir fegnaðust allir um sigurin á Malta. Teir mettu hann at vera uppibornan, og teir vóru samdir í, at úrtøkan hevði verið ov lítil:
- Í landsdystum kunnu vit ikki rokna við at fáa nógvar møguleikar. Vit misnýttu fleiri ferðir. Um vit høvdu havt størri úrtøku, so hevði sigurin verið meiri sannførandi. Vit høvdu væl fleiri møguleikar at gera mál, enn mótstøðumenninir høvdu.










