Árini 1994 og 1995 var ein av evna- og vónríku leikarunum í besta HB-hópinum Heini Gaard, sum royndi at vinna sær pláss á miðvøllinum.
Síðani hetta hevur tó verið lítið at hoyrt til hansara, tó at hann ofta hevur verið millum málskjúttarnar í aðru og triðju deild, tá hann hevur verið heima í summarfrí.
Útbúgvingin í Danmark varð tó liðug fyri góðum ári síðani, og sunnudagin gjørdist tað so til eitt óvæntað come-back á besta HB-liðnum hjá leikaranum, sum um tveir mánaðir verður 31 ár.
- Hetta hevði eg so slettis ikki roknað við. At byrja við í ár ætlaði eg bara at hugna mær, og eg havi bara vant einar tvær ferðir um vikuna. Men tað hevur gingið væl, og tá Heine spurdi meg, um eg hevði hug at venja við besta hópinum, tók eg av. Og nú havi eg so eisini fingið spælitíð, so tað er bara stuttligt, helt Heini Gaard eftir dystin.
Og í mun til støðuna fyri 10 árum síðani, so er tað nú sum álopsleikari, at Heini roynir seg.
- Ja, ja. Tað plagar annars at vera so, at menn arbeiða seg aftur eftir vøllinum, so hvørt sum árini ganga, men hjá mær er tað øvut. Og tað sigst jú eisini, at álopsleikarar toppa, tá teir eru um 30, so tað skuldi bara verið heilt gott, staðfesti nýggi maðurin í HB-hópinum eftir dystin.










