ÍF-Skála
Fuglfirðingar staðfestu sunnudagin, at teir høvdu spælt ímóti einum liði, sum var væl betri enn teirra lið. Tað fara ivaleyst at vera aðrar ferðir, tá ið tað verður størri møguleiki at fáa stig hjá ÍF, enn tað var ímóti Skála.
Hjá Skála varð staðfest, at sigurin hevði verið dýrt vunnin. Skálamenn fingu nógv kort í 2. hálvleiki, tá ið teir annars vóru greitt á odda, og eingin ivi tóktist vera um, at teir høvdu tryggjað sær øll stigini. Kortini hava við sær, at vongverjin í høgru, Bárður Danielsen, og miðverjin Arnhold Berg, fara at vera leikbannaðir, tá ið Skála næsta sunnudag fer at fáa vitjan av B68, sum roynir ikki at missa ÍF úr eygsjón.
- Vit eru serliga harmir um, at Pauli G. Hansen noyddist at fara av vøllinum, tá ið ein tími var farin. Hann fekk eina stempling inn á knæið. Tað sá ikki so gott út. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp, men vit vóna ikki, at tað eru meniskurin og liðbondini, sum eru løstaði. Pauli er fyri ikki so langari tíð síðani komin fyri seg eftir skaða í lærkrikanum, siga teir á Skála, og tað kennist á teimum, at tað er ikki frítt, at teir undrast á, at einki varð dømt, tá ið teirra liðformaður fekk henda løstin.
Hvussu verður við meistaraheitinum?
- Tað hava vit ongantíð roknað við, at vit fóru at vinna. Vit hava tikið ein dyst í senn og frøtt okkum um tað, sum vit hava fingið. HB hevur nógv gott fólk, og tá ið teir nú vunnu í Vági og øktu um fjarstøðuna aftur til tey næstu, so er eingin ivi um, at tað fara at verða teir, sum vinna FM. Tað svíður væl meiri hjá okkum, enn tað ivaleyst ger hjá teimum, tá ið spælarar verða skaddir ella leikbannaðir. Tað skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki fara at fáa mannað lið, men heldur er tað soleiðis, at tað rakar meinari, tí tað er minni eftir at taka av, tá ið fleiri eru burturi frá, staðfesta teir á Skála.
Í Fuglafirði verður staðfest, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað at fáa stig á heimavølli. Næstu ferð verður uppgávan ikki minni. Tá verður tað HB í Gundadali!