Kappingin harðnaði

Byrjunaruppstillingin tykist ikki longur so sjálvsøgd, sum onkra tíð hevur verið, eftir at fleiri av byrjunarleikarunum ikki tóktust heilt sannførandi, samstundis sum innskiftu menninir gjørdu góða reklamu

Leikaraummæli

1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (62 dystir/0 mál)
Var í flestu førum ein tryggur aftasti skansi, og við royndum sínum megnaði hann eisini at stýra verjuspælinum. Var púrasta prísgivin tá maltesar skoraðu síni mál, men hevði afturímóti nakrar týdningarmiklar bjargingar. Ikki minst tá Mifsud móti dystarenda hevði eina brakandi skotroynd, sum fleiri helst sóu í málinum.

2. Súni Olsen, GÍ (14/1)
Hóast hann hevur framúr fótbóltsevnir, so megnar Súni samstundis at spæla somikið einfalt, at tað er ein fragd at síggja. Var soleiðis av bakkinum við í startfasuni til stóran part av føroyska uppspælinum, og við neyvum skifti var hann eisini upprunin til 2-0 málið hjá okkara monnum. Tykist eisini fella betri og betri inn í defensivu uppgávurnar á bakkinum, og er í løtuni sjálvskrivaður á plássinum. Einasti spurningurin er, um hann ikki var til størri gagn longur frammi á vøllinum.

3. Johan Byrial Hansen, AC Horsens, (10/0)
Var seinasta hálva tíman at síggja á høgra bakki, og tóktist fyrst og fremst at hugsa um verjuskyldurnar á plássinum. Í framrættaða spælinum tykist hann framvegis hava dekan ov góðan at sparka - heldur enn at spæla - bóltin niðaneftir.

4. Pól Thorsteinsson, B36 (33/0)
Var á vanliga plássinum á høgra bakki, og tó at hann er sjálvskrivaður á hesum sessinum, so tykist tað kortini, sum trívist hann betri mitt fyri. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá hann í seinna hálvleiki leitaði nógv niðan eftir vøllinum, men samstundis ikki megnaði at halda neyðugu breiddina í føroyska spælinum.

5. Jón Rói Jacobsen, Frem (16/0)
Kom alt fyri eitt inn í miðverjuna, og hóast skaðin hevur darvað menningini, so sannførdi hann um týdningin, sum hann hevur fyri landsliðið. Framúr evni at standa á rætta staðnum, og tó at hann ikki fekk vart fyri Mifsud við 2-2 málinum, so var talan nærum um feilfrían dyst. Megnaði eisini fleiri ferðir at bróta spælið, heldur enn at tackla, men vanligu rykkini niðan eftir vøllinum sást tó ov lítið til mikukvøldið.

6. Rógvi Jacobsen, HB (26/4)
Sýndi við 2-0 málið, at hann hevur evnini at standa á rætta staðnum røttu tíðina, og yvir høvur mundi hann vera tann av føroysku miðvallarunum, sum stóð seg best. Hóast manglar í spælinum, so megnar hann fyri tað mesta at gera tingini einføld, og tí leitar hann sær sjáldan í trongstøður. Var eisini fleiri ferðir framvið sum hóttan í luftspælinum, og átti kanska at stúta Føroyar upp á 4-2 móti dystarenda.

7. Fróði Benjaminsen, Fram, (26/2)
Sum heild avgjørt ikki ein av bestu dystunum hjá Fróða, hóast hann gjørdist match-vinnari við framúr fluktaranum til 3-2. Gjørdist ongantíð tann krumtappurin í føroyska uppspælinum, sum hann vanliga er, og heldur ikki megnaði hann nóg væl at seta seg ígjøgnum kropsliga. Tað er tó eingin ivi um, at eigur langan snór frá venjaranum, og tí skal meira enn avrik av tí minni góða slagnum til, áðrenn skiftingar verða gjørdar á plássinum.

8. Julian Johnsson, ÍA (56/4)
Tóktist eins og Fróði at hava trupulleikar við at finna seg veruliga til rættis í føroyska spælinum, og millum annað átti hann sín lut í útjavnandi málinum hjá mótstøðuni. Stríddist tó sum vant væl, og var enntá nær við at skora við stútara í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn í seinasta partinum av dystinum, at veruliga styrkin hjá Julian kom til sjóndar. Tá sýndi hann vanliga kropsliga yvirskotið, og hevði fleiri ferðir á rað væl kendu raidini niðan eftir vøllinum.

9. Jákup á Borg, HB (33/2)
Tóktist fyrstu longu løtuna av hava stórar trupulleikar við at koma inn í spælið, men hetta batnaði, og serliga seinna partin av fyrra hálvleiki var hann partur av nógvum, sum føroyska liðið skapti. Saman við restini av liðnum fall hann tó væl niður eftir steðgin, og meira enn nakað, so tóktist hann frustreraður um, at spælið ikki koyrdi, og undan útskiftingini hevði hann hug at lena seg upp at seinna gula kortinum.

10. John Petersen, B36 (53/6)
Var fyri tað nógva maðurin, sum skuldi stýra føroyska álopsspælinum, men tað var bert í løtum, at hetta veruliga kom til sjóndar. Undir føroysku yvirvágini í fyrra hálvleiki var hann tó við í fleiri góðum kombinatiónum, men við versnandi umstøðunum hjá álopinum eftir steðgin, gjørdist avrik hansara alt meira anonymt.

11. Hjalgrím Elttør, Fremad Amager (12/0)
Tað gongur skjótt tann vegin, at málskjóting á landsliðnum verður eitt kompleks hjá Hjalgrím. Hevði aftur hesaferð góðar møguleikar, sum hann tó ikki fekk gagnnýtt. Arbeiddi tó allan dystin sera væl, men í nógvum førum tykjast rennibanar hansara illa umhugsaðir. Serliga hevði hann lyndi at trýsta verjuna saman, tá spælt varð gjøgnum síðurnar, heldur enn at skapa pláss fyri monnum, sum komu rennandi úr aðru røð.

12. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (13/1)
Kom á vøllin fyri John Petersen seinasta hálva tíman, og sýndi avgjørt, at hann er maðurin, sum skal taka yvir á hesum plássinum. Bóltførleikin er framúr, og kanska átti hann størstu æruna av, at okkara menn brádliga fingu uppspælið at koyra. Megnaði í nógvum førum at varðveita bóltin, tá spælt varð langt, og eisini at spæla skilagott víðari, og við størri neyvleika hjá liðfeløgunum, kundi talan lættliga verið um eini tvey assist.

13. Óli Johannesen, TB (66/1)
Setti enn einaferð føroyskt dystarmet, men tað var undrunarvert, hvussu stórar trupulleikar hann tóktist hava av veiku mótstøðuni, og í einum føri gjørdist neyðugt hjá honum at toga seg til gult kort, fyri at steðga álopi. Var heldur ikki í vanligan mun partur av føroyska uppspælinum. Eigur tó uttan iva stóran kreditt frá venjaraparinum, og tað er helst eisini ivasamt, hvørt nakað betri alternativ til postin er at finna í Føroyum.

14. Jann Ingi Petersen, Fremad Amager (10/0)
Fekk seinastu fimm minuttirnar á vøllinum, og tað er ov lítið, til at geva nakað veruligt skoðsmál.

18. Jónhard Frederiksberg, Skála (3/0)
Fekk sum seinasti maður landsliðsboð mikumorgunin, men slapp so kortini framum aðrar í røðini at sleppa á vøllin. Arbeiddi væl, og tó at altjóða pallurin enn er í størra lagi, so tykist menningin ganga avgjørt rætta vegin. Átti helst at skora ta einu ferðina, sum hann varð leiktur leysur, og í aðrari støðu misskiltu hann og Andrew hvønn annan. Varð tó snýttur fyri sólarklárt brotsspark, sum kundi staðfest føroyska sigurin.