Einki er at taka seg aftur í, at B36-málverjin, Magnus Poulsen, hevði ein av teimum heilt keðiligu døgunum sunnudagin.
Fyrst var hann ikki heilt sakarsleysur í fyrra GÍ málinum, og tá hann so fekk brotsspark ímóti sær og reytt kort, var dysturin mest sum avgjørdur eftir bara lítlum korteri.
Men meðan málverjin ásannaði, at hann átti sín lut í fyrra málinum, so vildi hann als ikki kennast við brotssparkið.
Eg nerti ikki við mannin. Hann kemur við fullari ferð ímóti mær, og so prikar hann bóltin avstað og letur seg detta. Somikið nógv spældi hann uppá tað, at hóast hann ikki skuldi dottið, so hevði hann ikki havt nakran møguleika at renna bóltin uppaftur, so eg haldi tað vera ófatuligt, at dómarin dømir, so sum hann ger, segði málverjin. Men OK. Krzystof fær so tað, sum hann fer eftir. Hann avgerð fyri sovítt dystin, og so kanst tú tosa í allar ævir, um tað er ósportligt ella ikki.
Men dømt var dømt, og hóast mótmæli, so noyddist Magnus tungu gongdina út í skiftirúmið, og eftir hetta ásannaði hann eisini, at nú var stríðið nokk liðugt fyri teirra viðkomandi.
- Nú er tað farið. Vit høvdu vónað, at HB skuldi missa stig í Vági, men tað gekk so ikki. Fyrsta treytin var tó sjálvandi, at vit skuldu vinna okkara, og nú tað ikki eydnaðist, so dugi eg illa at síggja, hvussu vit skulu fanga teir aftur, segði altso B36-málverjin at enda.










