Trongligt frammarlaga á vøllinum

Umframt at Todi Jónsson er afturkomin, eigur tað at vera upplagt at flyta toppskjúttarnar í landskappingini eitt stig longri fram, enn teir higartil hava verið

FØROYAR-MALTA

Tað er synd at siga, at tað hevur verið í framrættaða partinum, at tyngdin í føroyska landsliðnum hevur verið størst. Síðani fyrstu FIFA royndina fyri sekstan árum síðani er er nakað broytt. Nógvu tey fyrstu árini var tað ein bardagi og og kring føroyska brotsteigin fyri at byrgja fyri. Seinnu árini hevur spælið verið betri, og føroysku spælararnir hava torað betri at bjóða seg til, men tað hevur verið sjón fyri søgn, at tyngdin og broddurin í álopsspælinum hava ikki verið nakað at reypa av.
Nú tykjast møguleikarnir fyri meiri tyngd í álopspartinum at vera betri, enn teir hava verið. Hetta er áhugavert, og samstundis ber tað spurningar við sær til venjaran, hvussu hann skal fara til verka. Dysturin ímóti Malta má metast sum fyrsti og síðsti møguleikin at fyrireika seg til útidystin í Sveis og heimadystin ímóti Fraklandi. Men samstundis er mótstøðuliðið á Svangaskarði í kvøld av sovornum slagi, at tað er upplagt, at Føroyar fara at royna at seta dagsskránna. Tað vil við øðrum orðum vera við til at seta dagsskránna.

Nýggju møguleikarnir
Todi Jónsson er eftir steðg í meiri enn trý ár aftur á landsliðnum. Tað er í sær sjálvum rættuliga spennandi, og ivaleyst økir tað um trúnna millum hinar spælararnar um, at tað eigur at bera til at spæla á mótstøðuhálvuni.
-Eg gleði meg at vera aftur á landsliðnum. Summar av liðfeløgunum havi eg spælt saman við, men har eru eisini onkrir nýggir, sum eg ikki havi spælt saman við, sigur Todi Jónsson. Hann heldur seg vera væl fyri, men hann hevur ikki verið á FCK liðnum síðstu ferðirnar. Um og hvussu hetta ávirkar dystarførleikan, fæst at síggja í kvøld.
Eingin ivi kann vera um, at Todi verður annar álopsspælarin. Spurningurin er, hvør verður undir liðini á honum. John Petersen er tann, sum fyrst rennur í hugan. Hann hevur í flestu av sínum mongu landsdystum verið álopsspælari, og hann er framvegis eitt gott boð. Men nú eru tað eisini aðrir møguleikar, sum tað hevði verið rættuliga áhugavert at roynt.
Rógvi Jacobsen hevur higartil í ár verið álopsspælari á meistaraliðnum, og hann eigur sín stóra lut í, at HB er sannførandi oddalið. Rógvi hevur skorað níggju mál og er toppskjútti í landskappingini. Sjey ella átta av málunum hevur hann skorað við høvdinum. Hóast hann á landsliðnum so at siga bara hevur verið miðvallari í vinstru, hevur hann eisini á landsliðnum skorað við høvdinum. Tað hevði verið spennandi á landsliðnum at sæð Rógva undir liðini á Toda. Um innleggini frá Jákupi á Borg í høgru og úr vinstru verða kvalifiserað, hevði Rógvi havt góðar møguleikar at roynt við høvdinum ímóti málinum og ikki minst við høvdinum at stýrt bóltinum til Toda Jónsson.
Hevur tú hugsað um, at tú hesa ferð kanska fer at fáa møguleikan í álopinum?
- Tað havi eg ikki. Eg havi verið 25 ferðir á landsliðnum. Tað er bara síðsta árið, at eg havi verið millum teir fyrstu ellivu. Um venjarin heldur, at eg skal vera við ímóti Malta, so verði eg fegin um tað. Á útivølli ímóti Kekkia varð eg skiftur inn í álopið, men annars havi eg so at siga bara verið miðvallari. Men eg hevði einki havt ímóti at fingið møguleikan undir liðini á Toda Jónsson í álopinum. Men har eru nógvir um boðið, staðfestir Rógvi Jacobsen.

Súni er skarprættari
Sum omanfyri nevnt, so hevur Rógvi Jacobsen fyri tað mesta verið miðvallari í vinstra borði. Um venjarin velur at flyta Rógva fram í fremstu røð, so verður næsti spurningurin, hvør so skal spæla í miðvallarplássinum í vinstru.
Á miðvøllinum eru nógvir um boðið. Nú Julian Johnsson og Fróði Benjaminsen eru tøkir, eru teir favorittar til sentralu miðvallarplássini, sum teir so leingi hava so at siga átt patent uppá, og Jákup á Borg hevur leingi verið meiri ella minni sjálvskrivaður í høgra borði. Aðrir miðvallarar eru eitt nú Atli Danielsen og Jann Ingi Petersen, og bæði Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør hava ofta verið miðvallarar í vinstru.
Mest spennandi royndin hevði kortini verið, um venjarin hesa ferð hevði valt at flutt Súna Olsen eitt stig fram.Higartil hevur hann bara verið vongverji á landsliðnum.
- Eg havi ikki hugsað um hatta. Tað er mær ein heiður at spæla fyri Føroyar. Um venjarin sigur, at eg skal vera vongverji, so spæli eg har. Um hann sigur, at eg skal vera á miðvøllinum, so hevði tað verið spennandi, sigur Súni Olsen.
Í landskappingini er Súni Olsen eitt nú saman við Rógva Jacobsen toppskjútti. Av teimum níggju málunum, sum Súni hevur skorað, hevur hann fingið tey átta í fýra teimum seinastu royndunum. Á GÍ liðnum hevur hann verið sentralur miðvallari og framrættaður miðvallari ella hangandi álopsspælari.
- Jú, tað hevur gingið væl hjá GÍ, og eg havi verið heppin at fáa fleiri mál síðstu vikurnar. Men, sum áður sagt, so taki eg við avbjóðingini, sum venjarin gevur mær, um hann heldur, at eg skal vera á liðnum í kvøld, staðfestir Súni Olsen.

Spennandi lið
Tað kann væl vera, at venjarin velur at Rógvi skal vera á miðvøllinum, og at Súni skal vera á vongverjanum. Men um hann velur at royna møguleikan, sum er nevndur omanfyri, so er síðsti spuringurin, hvør so skal vera vongverji í vinstru. Her eru ikki so nógvir møguleikar. Pól Thorsteinsson hevur havt hesa ódnina tvær ferðir. Tær ferðirnar hava víst, at Pól hoyrir heima í miðverjuni ella í høgra borði.
Hin møguleikin er, at Johan Byrial Hansen verður vinstri vongverji. Tað hevur hann roynt fleiri ferðir, og tað hevði kanska ikki verið so býtt at havt so at siga ein orduligan verjuspælara í hesum plássinum, um Súni fekk møguleikan longri frammi.
Hetta liðið hevði ikki verið so galið at sæð í kvøld: Jens Martin Knudsen - Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, John B. Hansen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Súni Olsen, Rógvi Jacobsen, Todi Jónsson.
Sera spennandi uppstilling. Men John Petersen og Jann Ingi Petersen hava verið fastir menn á liðnum nógvu tær seinastu ferðirnar. Landsliðsvenjarin hevur við øðrum orðum ein positivan trupulleika, og tað er ikki so galið!