komu. Nú er dansurin strikaður, og tey ungu undir 18 í Havn hava onki dansistað, har tey kunnu fara um vikuskiftini. Og nú eru tey farin at mótmæla. Rói Bjarnason Poulsen og Tummas Hans Rubeksen eru farnir [...] leygarkvøld. Vit ganga og mala í býnum. Kanska vit sita hjá onkrum vinmanni fyrst, og so fara vit út í býin at mala ? eisini tá tað regnar. So ganga vit har til klokkan er 4-5 og so fara vit heim, siga [...] ir saman, sum teir ætla at handa borgarstjóranum, Jan Christiansen. Teir eru ávíkavist 16 og 17 ára gamlir, og teir halda, at tað er ov vánaligt, at onki stað er til tey ungu at fara um vikuskiftini. Higartil
Seks ymsar verksmiðjur vóru á »Ung í Føroyum 2003«. Ætlanin var annars at hava eina sjeyndu verksmiðju, sum var sjónleikur fyri rørslu- og menningartarnað, men av tí at ongin meldaði seg til, var hon tikin [...] Jákupi Veyhe Skriviverksmiðja við Marionnu Debes Dahl Myndlistaverksmiðja við Karstin Olgar Lamhauge og Guðrið Poulsen Tónleikaverksmiðja við Kára Jacobsen
er bygd upp av verksmiðjum og pallframførslum, og sunnudagin endaði hon við eini almennari sýning, har almenningurin kundi fáa at síggja bæði, hvat ungdómsmentan 2003 er, og hvat tey ungu hava arbeitt [...] er, sigur Rakel Helmsdal, projektleiðari fyri ráðstevnuni »Ung í Føroyum 2003«. Arbeitt hevur verið miðvíst ímóti hesi stevnu í eitt hálvt ár, og hetta er onnur ferðin hon er á skránni. Øll stevnan sum hon [...] tur, ræðufilm og eisini varð eitt nýmótans ævintýr um kong Magnus, sum hevði trupulleikar av dóttir sínari, sum tosaði ov nógv í fartelefon, lisið upp. Pallframførslurnar fevndu víða, og vóru øll tey ungu
tónleiki og búnum. Luttakararnir sluppu bæði at gera eina søgugongd, klippa, taka upp, spæla sjónleik og seta saman, og úrslitið var eisini nakað, tey øll kundu vera errin av. Tey fingu væl og virðiliga [...] la og tikið myndir, har skriviverksmiðjan síðani hevði skrivað tekstir til, sum hóskaðu seg til myndirnar. Diasrøðin hevði fingið heitið »Ljósið og myrkrið«, og vóru tekstirnir bæði hugleiðandi og stundum [...] fram, sum teir ynsktu, og var tað bergtakandi at síggja, og serliga tá hugsað verður um, at luttakararnir so at siga ikki hava havt meira enn hálvan annan dag at læra seg alt í. Og umframt alt hetta, so
Peter Friis er dani, og hevur dansað síðani hann var heilt ungur. Hann hevur júst verið í Føroyum í sambandi við Ung í Føroyum, har hann hevur havt dansiverksmiðjuna á mentanarstevnuni. ? Vilji, orka, [...] dirvi er nakað, sum eyðkennir tey ungu, sum eg havi arbeitt við her. Tey eru opin og viljasterk, og tey súgva bara alt í seg. Tað sum er ógvuliga bergtakandi er, at tey eru so íðin. Tey fáa ikki nóg mikið [...] Peter Friis í dansi, luttekur í sangleikum og filmum. Sambandið til Føroya hevur hann ígjøgnum Elsu Mariu Bærentsen, sum hevur dansiskúlan »Yndi«. Elsa Maria og Peter hava gingið á Fame skúlanum í Odense
teimum í gongd, og alt arbeiðið skal gerast í dag, leygardag, og skráin verður so rættað til í kvøld. ? Vit eru á hesi stevnuni komin víðari. Vit hava ikki eins nógvar nervar og seinast, og mín vón er, at [...] Tá Ung í Føroyum var á breddanum fyri tveimum árum síðani, var Vár Berghamar Jacobsen eisini við. Hennara arbeiðsheitið var eisini samskipari ta ferðina. ? Mín uppgáva er fyrst og fremst at vera við í [...] vera ungur, og tað er eisini ógvuliga stuttligt at síggja alt, sum verður framleitt. Ynskið Vár hevði fyri stevnuna var, at endaframførslan kundi verða merkt av eini tvørfakligari sýning. Og tað kann man
Uppgávan hjá Kára er fyrst og framst at leggja lag á, og vegleiða teimum ungu. Tað eru jú tey sjálvi, sum skulu finna teirra kreativu evni. ? Eg skal hjálpa teimum við at úttrykkja seg og annars bara vera ein [...] Ein verksmiðja á mentanarstevnuni, Ung í Føroyum 2003, snúði seg um tónleik. Her hevði Norðurlandahúsið fingið fatur á Kára Jacobsen, produsara og tónasmiði. ? Grundin til, at eg valdi at siga ja er, at [...] vit hava skulu jú brúkast, sigur Kári Jacobsen. Seks ung fólk vóru á tónleikaverksmiðjuni um vikuskiftið. Har hava tey fingist við at smíða løg, og eisini hevur samarbeiðið við skriviverksmiðjuna verið
lærir, hvussu tú skalt brúka luftina, og at syngja í stemmum, siga tær tríggjar, Jónva, Helga og Heidi, sum eru úr ávíkavist Bø og Sørvági. Tær eru allar 14 ára gamlar, og hava um vikuskiftið luttikið á tó [...] Restorff á mentanarstevnuni Ung í Føroyum. ? Í morgun hava vit hitað nógv upp, og lært eitt nýtt lag. Vit hava fingið tekstir frá teimum, sum eru á skriviverksmiðjuni, sum ríma og alt, siga tær tríggjar við [...] Orsøkina til, at tær hava valt at fara á mentanarstevnuna siga tær vera til stuttleikar og fyri at koma at hitta nýggj fólk og royna okkurt nýtt. ? Vit meldaðu okkum til dans, men tann verksmiðjan var full, so
an undir leiðslu av Marionnu Debes Dahl til. Tá Sosialurin var og hugdi innum, sótu tey og hugdu inn í eina teldu. ? Beint nú sita tey og velja myndir út, sum listaverksmiðjan hevur tikið uppi í Sandv [...] hesuferð. ? Tey ungu tíma væl, og eru ógvuliga spent, og gávurnar eru eisini góðar. Tað er ógvuliga spennandi at síggja, hvussu nógv tey náa upp á so stutta tíð. Ferðin er høg, og hetta er ein háttur tey ikki [...] skulu skriva tekstir til myndirnar, og lesa hann upp, greiðir Marianna frá. Fyrr henda morgunin høvdu tey seks ungu, sum vóru í skriviverkstaðnum, gjørt sangir til kórið og sangir til tónleikaverksmiðjuna
Ung í Føroyum var á fyrsta sinni í 2001, hetta er sostatt onnur ferðin mentanarstevnan er á skránni 60 ung úr øllum Føroyum í aldrinum 13 ? 18 ár luttaka á stevnuni Óvist er nær stevnan aftur verður. [...] hon gjørdi í ár, so enn er ilt at siga, nær næsta stevnan verður Hugskotseigarar og projektleiðarar eru Hedvig Westerlund og Rakel Helmsdal