Ungdómsmentan í føgrum blóma

Sunnukvøldið var so endabresturin av mentanarstevnuni »Ung í Føroyum 2003«. Stevnan endaði við eini almennari framførslu, har tey ungu sýndu fram, hvat tey høvdu fingið burturúr hetta vikuskiftið

Heilt fitt av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið, tá 60 ung úr øllum Føroyum skuldu fram á pallin at sýna fram, hvat tey høvdu fingið burturúr hetta vikuskiftið mentanarstevnan »Ung í Føroyum« hevur verið.
Salurin var ikki fullsettur, men ongin ivi er um, at keðiliga veðrið hevur eisini havt ein fingur við í spælinum, og fingið fleiri at setast aftur.
Alt, sum varð framført hetta kvøldið, var ikki til tá stevnan byrjaði fríggjakvøldið. Í øðrum orðum, so var alt tilfarið nýgjørt, og skuldi tað nú standa sína roynd.
Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentanarmálum, sum eisini er verndari fyri ungdómsmentanarstevnuna, helt eina stutta røðu, har hon millum annað segði, at hon vónaði, at henda stevnan kundi vera við til at geva teimum ungu íblástur og kunnleika til at halda áfram at skapa.

Egið

Framførslan byrjaði við einum dansi/framløgu, sum lista- og dansiverksmiðjurnar høvdu gjørt saman. Talan var um eitt sokallað træ, sum listaverksmiðjan hevði gjørt, har dansararnir syrgdu fyri, at træið varð lagt fram á rættan hátt. Regnskógartónleikur við trummum og dansararnir ílætnir svartar ruskposar livdu runt á pallinum eina løtu.
Kórið sang nakrar sangir, har bæði kórsangur, skjaldur og solosangur var á skránni. Tekstirnir vóru nýyrktir frá skriviverkstaðnum, og lítla kórið, sum taldi seks gentur kom væl frá síni uppgávu.
Framførslurnar vóru allar merktar av kreativiteti. Tey ungu sluppu veruliga at vísa sínar dygdir, har tað nýggja og spennandi stóð í fremstu røð.
Videoverksmiðjan hevði gjørt ein skemti-krimifilm. Filmurin snúði seg um løgmansdóttrina, sum var vorðin burturflutt. Filmurin var skemtiligur, har tey ungu høvdu gjørt nógv burtuúr. Bæði í upptøkum, tónleiki og búnum. Luttakararnir sluppu bæði at gera eina søgugongd, klippa, taka upp, spæla sjónleik og seta saman, og úrslitið var eisini nakað, tey øll kundu vera errin av. Tey fingu væl og virðiliga allan salin í Norðurlandahúsinum at flenna.
Tað sást væl aftur í framførslunum, at allar verksmiðjurnar høvdu havt ein týðandi leiklut í framløgunum. Tvørfakliga samarbeiðið sást aftur, kanska serliga tá dansur, kór og upplestur var á skránni. Talan var um kórið, sum murraði í bakgrundini, meðan ein frá skriviverksmiðjuni las upp yrking, og dansiverksmiðjan setti sín dám á framløguna við eini gentu, sum dansaði ímeðan lisið og sungið var. Hetta vísti seg at rigga ótrúliga væl.

Lívligt

Serliga var tað tann nógvi dansurin, sum setti ein serligan dám á sýningina. Peter Friis hevði hóast nógvar luttakarar og fáar tímar, megnað at fáa eina frálíka heildarframførslu burturúr, har dansararnir høvdu ein stóran leiklut í allari endaframførsluni. Tað eydnaðist dansarunum væl at fáa tað fram, sum teir ynsktu, og var tað bergtakandi at síggja, og serliga tá hugsað verður um, at luttakararnir so at siga ikki hava havt meira enn hálvan annan dag at læra seg alt í. Og umframt alt hetta, so var alt tilfarið nýgjørt til endaframførsluna.
Orkestrið, sum hevði Kára Jacobsen sum verksmiðjuleiðara, framførdi eisini nakrar sangir. Hesir sangirnir vóru eisini skrivaðir av skriviverksmiðjuni. Orkestrið hevði seinastu dagarnar vant ótrúliga nógv fyri at fáa alt at ljóða sum tað skuldi, og eisini tey komu væl frá uppgávuni. Kanska sangurin ikki var so týðiligur. Tað verið seg, at røddirnar stóðu nakað veikar í mun til øll ljóðførini, men hetta komu tey hóast alt heilskapað frá.
Dias-røðin hjá skriviverkstaðnum riggaði væl. Har var tað myndlistaverksmiðjan, sum hevði verið uppi á Sandvíkarhjalla og tikið myndir, har skriviverksmiðjan síðani hevði skrivað tekstir til, sum hóskaðu seg til myndirnar. Diasrøðin hevði fingið heitið »Ljósið og myrkrið«, og vóru tekstirnir bæði hugleiðandi og stundum eisini skemtiligir.

Opin

Millum fyrireikararnar og áskoðararnar merktist tað týðiliga, at tey vórðu imponerað av framførslunum hjá teimum ungu.
Pallframførslurnar bóru bráð av opinleika, fríheit og ósmædni. Sjálvt um tey ungu høvdu arbeitt uttan íhald í eitt heilt vikuskifti, og tískil áttu at verið útlúgvað, sást hetta als ikki aftur. Tey vóru smílandi, glað og løtt á at líta.
Fyrireikararnir vóru sum vera man, ógvuliga væl nøgdir við alla stevnuna sum heild, og kundu foreldur, áskoðarar og luttakarar fara glað aftur til húsa sunnukvøldið.
Sunnukvøldið gav okkum øllum eina greiða ábending um, at ungdómsmentanin í Føroyum er í føgrum blóma og støðugari menning. Kanska átti hetta at verið ein ábending til myndugleikarnar um at skapa betri karmar til øll okkara ungu og ágrýtnu listarfólk.