Ungdómsmentan í hásæti

Um vikuskiftið hevur verið skipað fyri ráðstevnuni »Ung í Føroyum 2003«. 60 ung úr øllum Føroyum hava luttikið á stevnuni, sum hevur snúð seg um list av alskyns slag

? Ungdómurin skal vísa okkum vaksnu, hvat ungdómsmentan er, sigur Rakel Helmsdal, projektleiðari fyri ráðstevnuni »Ung í Føroyum 2003«.
Arbeitt hevur verið miðvíst ímóti hesi stevnu í eitt hálvt ár, og hetta er onnur ferðin hon er á skránni. Øll stevnan sum hon er gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum. Hon er bygd upp av verksmiðjum og pallframførslum, og sunnudagin endaði hon við eini almennari sýning, har almenningurin kundi fáa at síggja bæði, hvat ungdómsmentan 2003 er, og hvat tey ungu hava arbeitt við teir seinastu dagarnar.
-? Vit hava roynt at lagt okkum eftir ikki at hava tað sama við á hvørjari stevnu. Seinast høvdu vit til dømis teldulist, men tað er skift út við kór í ár. Eisini hava vit skift helvtina av verksmiðjuleiðarunum út, soleiðis at alt ikki verður tað sama, greiðir Rakel Helmsdal frá.

Yrkislistafólk

Rakel Helmsdal sigur, at eitt av høvuðsendamálunum er at fáa yrkislistafólk at undirvísa, soleiðis, at tey ungu kunnu fáa hóming av, hvat tað er vil siga at arbeiða professionelt innan fyri eitt øki.
? Tey ungu gera av, hvat tað er, tey vilja framføra. Undirvísararnir eru bara har fyri at hjálpa teimum á veg. Undirvísararnir skulu ikki avgera, hvat tað er, tey ungu framføra, men heldur vegleiða teimum.
Pláss er bert fyri 60 luttakarum á stevnuni, og hesu ferð vóru tað 110, sum teknaðu seg. Tískil noyddust fyrireikararnir velja 60 luttakarar burturúr, sum skuldu sleppa at vera við á stevnuni.
? Fyrsta krav var, at tey, sum høvdu okkurt at vísa fram, antin pall-list ella myndalist sluppu við. Tað var ógvuliga ringt at velja burturúr, tí tríggir fjórðingar høvdu okkurt at sýna fram. So tóku vit eisini fyrilit fyri um luttakarin var ov gamal til at luttaka næstu ferð, tí so varð hann tikin fram um aðrar, sum hava møguleika at vera við tá stevnan aftur verður á skránni, sigur Rakel Helmsdal.
Ein bíðilisti varð gjørdur, og tá alt kom til alt, so sluppu øll, sum stóðu á bíðilista við, tí nøkur meldaðu frá. Antin tí tey ikki sluppu til ta verksmiðjuna tey høvdu teknað seg til ella tí tey ikki tordu hóast alt. Allir luttakararnir høvdu okkurt at sýna fram, og heldur Rakel at hetta er ógvuliga bergtakandi.

Pallframførslur

Stevnan byrjaði fríggjakvøldið, har Annlis Bjarkhamar eftir ætlan skuldi seta stevnuna. Men av tí, at landsstýriskvinnan í mentanarmálum var ov sein til ein bát, náddi hon ikki at verða í Norðurlandahúsinum klokkan 19, sum ætlað, og var tað tí Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum setti sjálva stevnuna.
Í setanartalu sínari segði stjórin í Norðurlandahúsinum illum annað, at hon var glað fyri at Norðurlandahúsið kann vera við til at hjálpa teimum ungu at skapa egin mentanarlig avrik.
Ætlanin við mentanarstevnuni er, at tað eru tey ungu, sum skulu fortelja teimum vaksnu, hvat ungdómsmentan er, og varð lagt til brots longu fríggjakvøldið. Tá skuldu tey, ið høvdu okkurt at sýna fram á palli, vísa hinum luttakarunum, hvat tað var tey arbeiddu við.
Her sóu luttakararnir dans, sjónleik, tónleik, sang, yrkingaupplestur, ræðufilm og eisini varð eitt nýmótans ævintýr um kong Magnus, sum hevði trupulleikar av dóttir sínari, sum tosaði ov nógv í fartelefon, lisið upp. Pallframførslurnar fevndu víða, og vóru øll tey ungu opin og ósmæðin.
Seinni fríggjakvøldið hittust luttakararnir við verksmiðjuleiðararnar, har tosað varð um, hvat arbeiðast skuldi við teir næstu 40 tímarnar.