Fyri stuttum helt dansurin í Badmintonhøllini uppat. Hetta var einfylgja av, at fyrireikararnir høvdu fingið boð um, at dansurin skuldi enda klokkan tvey ístaðin fyri um hálvgum fýra tíðina sum vanligt. Fyrireikararnir mettu, at grundarlag var tí ikki fyri at halda fram við dansinum, tí ov fá fólk komu. Nú er dansurin strikaður, og tey ungu undir 18 í Havn hava onki dansistað, har tey kunnu fara um vikuskiftini. Og nú eru tey farin at mótmæla.
Rói Bjarnason Poulsen og Tummas Hans Rubeksen eru farnir at savna undirskriftir saman, sum teir ætla at handa borgarstjóranum, Jan Christiansen. Teir eru ávíkavist 16 og 17 ára gamlir, og teir halda, at tað er ov vánaligt, at onki stað er til tey ungu at fara um vikuskiftini. Higartil hava teir fingið um 500 undirskriftir frá næmingum í framhaldsdeildum í Havn, men teimum vantar enn at fara til fleiri skúlar.
? Vit hava ongastaðni at fara leygarkvøld. Vit ganga og mala í býnum. Kanska vit sita hjá onkrum vinmanni fyrst, og so fara vit út í býin at mala ? eisini tá tað regnar. So ganga vit har til klokkan er 4-5 og so fara vit heim, siga teir báðir, Rói og Tummas Hans.
Fanga áhugan
? Kanska vit fara at fanga áhugan hjá býráðnum tá vit fara at handa borgarstjóranum undirskriftirnar. Vit vóna, at vit fara at fáa eini 1000 undirskriftir, siga teir báðir.
Rói og Tummas Hans halda, at tað er keðiligt, at teir noyðast at fara út á bygd til dans, tí tað kostar teimum so nógv eyka.
? Badmintonhøllin liggur væl fyri. Fólk hava vant seg við, at dansur er har. Tey siga, at tað er so nógvur kriminalitetur har uppi, men hann verður ikki steðgaður við at lata staðið aftur. So flytir hann seg bara víðari oman í býin, halda teir báðir ungu mótmælararnir.
Teir eru ikki rættliga lidnir við at savna undirskriftir saman enn. Teimum vantar framvegis ein part av Venjingarskúlanum og Eysturskúlanum, so enn er ikki greitt nær undirskriftirnar verða handaðar borgarstjóranum.
Mynd: Teir báðir Rói Bjarnason Poulsen og Tummas Hans Rubeksen, eru farnir at savna undirskriftir inn fyri at mótmæla, at onki dansistað er til ung í Havn. Higartil eru 500 undirskriftir komnar inn, og vóna teir at fáa eini 1000
Mynd: Jens Kr. Vang