Kærkomið høvi at uppliva ungdómsmentan

Kári Jacobsen, tónleikaprodusari, hevur verið og lagt teimum ungu á mentanarstevnuni lag á innan tónleik. Kári heldur, at hetta er eitt positivt tiltak, sum er eitt kærkomið høvið at fáa at vita eitt sindur um, hvussu tey ungu í Føroyum eru í dag

Ein verksmiðja á mentanarstevnuni, Ung í Føroyum 2003, snúði seg um tónleik. Her hevði Norðurlandahúsið fingið fatur á Kára Jacobsen, produsara og tónasmiði.
? Grundin til, at eg valdi at siga ja er, at eg haldi, at hetta er eitt ógvuliga positivt tiltak, sum eg ynski at stuðla. Eg hevði ynskt, at vit høvdu havt eina slíka stevnu tá eg var ungur. Hetta er eitt lítið land, so tær fáu góðu kreftirnar sum vit hava skulu jú brúkast, sigur Kári Jacobsen.
Seks ung fólk vóru á tónleikaverksmiðjuni um vikuskiftið. Har hava tey fingist við at smíða løg, og eisini hevur samarbeiðið við skriviverksmiðjuna verið á skránni, tí tey hava skriva tekstir, sum tónleikaverksmiðjan hevur gjørt løg til.
? Eg kenni hetta eitt sindur sum eina ábyrgd at vera við, men hugurin er eisini góður. Hetta er eitt kærkomið høvið at síggja, hvussu tey ungu í Føroyum eru í dag, heldur Kári Jacobsen.
Uppgávan hjá Kára er fyrst og framst at leggja lag á, og vegleiða teimum ungu. Tað eru jú tey sjálvi, sum skulu finna teirra kreativu evni.
? Eg skal hjálpa teimum við at úttrykkja seg og annars bara vera ein vanligur tónleikalærari. Tey eru ógvuliga fitt og engagerað og ógvuliga stuttlig at arbeiða við, sigur Kári, sum heldur, at sjálvt um støðið er ymiskt, so er hugurin heilt vist til staðar.
? Ein slík stevna gevur nógv. Tað er ymiskt, hvat tey fara at brúka tað til. Nøkur av teimum gerast kanska yrkistónleikarar, og hetta kann vera eitt skump tann rætta vegin. Men eisini til teirra, sum ikki gerast yrkistónleikarar, er hetta við til at styrkja teirra sjálvsálit, og at vinna ein persónligan sigur, av tí at hetta er nakað, tey skulu tora.
Kári heldur, at á persónliga munnu tey ungu heilt vist mennast, men reint fakliga er tað ógvuliga avmarkað, hvat hann megnaði at læra tey uppá eitt vikuskifti.