Inni í fundarhølinum hjá Norðurlandahúsinum helt um vikuskiftið skriviverksmiðjan undir leiðslu av Marionnu Debes Dahl til.
Tá Sosialurin var og hugdi innum, sótu tey og hugdu inn í eina teldu.
? Beint nú sita tey og velja myndir út, sum listaverksmiðjan hevur tikið uppi í Sandvíkarhjalla í morgun. Vit skulu gera eina dias-røð, har vit skulu skriva tekstir til myndirnar, og lesa hann upp, greiðir Marianna frá.
Fyrr henda morgunin høvdu tey seks ungu, sum vóru í skriviverkstaðnum, gjørt sangir til kórið og sangir til tónleikaverksmiðjuna.
? Eg haldi, at hetta er ógvuliga stuttligt og spennandi. Serliga tað, at fleiri listagreinir verða tvinnaðar saman. Nú havi eg verið lærari í fleiri ár frammanundan, so eg eri von við at arbeiða saman við ungum. Tey fáa nógv burturúr, og tað er eisini stuttligt at síggja tey arbeiða saman, sigur Marianna Debes Dahl.
Annars vóru stórir trupulleikar við at finna ein verksmiðjuleiðara til skrivingina. Allir rithøvundarnir fyrireikararnir settu seg í samband við bóru seg undan og settu seg ikki førar fyri uppgávuni. Seinastu ferð »Ung í Føroyum« var á skránni, var tað Rói Patursson, sum hevði skriviverksmiðjuna, men av tí, at hann fekst mest við yrkingar, so vildu fyrireikararnir heldur hava ein prosa-rithøvund hesuferð.
? Tey ungu tíma væl, og eru ógvuliga spent, og gávurnar eru eisini góðar. Tað er ógvuliga spennandi at síggja, hvussu nógv tey náa upp á so stutta tíð. Ferðin er høg, og hetta er ein háttur tey ikki eru von við at arbeiða uppá. Tey plaga jú at sita einsamøll og skriva, men nú arbeiða tey saman, greiðir Marianna Debes Dahl frá, sum sigur, at tað er ein fyrimunur, at tað bara vóru seks við á skriviverksmiðjuni, tí um tað høvdu verið fleiri, so høvdu tey verið ov nógv.