Hitta nýggj fólk

Tær tríggjar, Jónva, Helga og Heidi eru allar úr Vágunum. Vágagellurnar hava luttikið á kórverksmiðjuni undir leiðslu av Bjarna Restorff um vikuskiftið. Teimum dámdi bara væl

? Vit halda tað er ógvuliga stuttligt. Tú lærir, hvussu tú skalt brúka luftina, og at syngja í stemmum, siga tær tríggjar, Jónva, Helga og Heidi, sum eru úr ávíkavist Bø og Sørvági.
Tær eru allar 14 ára gamlar, og hava um vikuskiftið luttikið á tónleikaverksmiðjuni undir leiðslu av Bjarna Restorff á mentanarstevnuni Ung í Føroyum.
? Í morgun hava vit hitað nógv upp, og lært eitt nýtt lag. Vit hava fingið tekstir frá teimum, sum eru á skriviverksmiðjuni, sum ríma og alt, siga tær tríggjar við einum smíli.
Orsøkina til, at tær hava valt at fara á mentanarstevnuna siga tær vera til stuttleikar og fyri at koma at hitta nýggj fólk og royna okkurt nýtt.
? Vit meldaðu okkum til dans, men tann verksmiðjan var full, so vit endaðu í kórinum, men tað ger nú heldur onki, siga tær tríggjar at enda.

Myndatxt: Tær tríggjar, Jónva, Helga og Heidi úr ávíkavist Sørvági og Bø, hava luttikið á kórverksmiðjuni hjá Bjarna Restorff um vikuskiftið. Teimum dámdi væl at vera við á stevnuni

Mynd: Finnur Justinussen