GOG mátti í kvøld á heimavølli í Arena Svendborg lúta 28-31 (18-17) fyri franska liðnum, PSG í bólki B í Champions League.
Óli Mittún skoraði fýra mál fyri GOG. Hann skoraði øll fýra málini í fyrra hálvleiki.
Bæði PSG og GOG hava seks stig hvør fyri sjey dystir, og liggja á fimta og sætta plássinum, ið geva atgongd til endaspælið.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum GOG-PSG 28-31 (18-17). Í brotinum sæst Óli skjóta mál, og hann sæst eisini leggja upp til mál:
##med2##











