Peter Friis er dani, og hevur dansað síðani hann var heilt ungur. Hann hevur júst verið í Føroyum í sambandi við Ung í Føroyum, har hann hevur havt dansiverksmiðjuna á mentanarstevnuni.
? Vilji, orka, dirvi er nakað, sum eyðkennir tey ungu, sum eg havi arbeitt við her. Tey eru opin og viljasterk, og tey súgva bara alt í seg. Tað sum er ógvuliga bergtakandi er, at tey eru so íðin. Tey fáa ikki nóg mikið, sigur Peter Friis.
Í Danmark undirvísir Peter Friis í dansi, luttekur í sangleikum og filmum. Sambandið til Føroya hevur hann ígjøgnum Elsu Mariu Bærentsen, sum hevur dansiskúlan »Yndi«. Elsa Maria og Peter hava gingið á Fame skúlanum í Odense saman.
Peter hevur eisini verið við í fleiri filmum. Millum annað kann nevnast »Dancer in the Dark« við Björk, og um stuttan tíð verður hann aktuellur í filminum »Askepop«.
? Eg arbeiðið eisini fyri Nike, har eg ferðist kring heimin og undirvísi í dansi innan fyri fitness. Tað er ríkt at fáa møguleika at gera ymisk ting, og tí valdi eg at koma til Føroya at luttaka á stevnuni. Um tú ferðast í sama umhvørvinum alt ov leingi gerst tað ov grátt og keðiligt, sigur Peter Friis.
Peter heldur, at á ein hátt er tað nógv lættari at arbeiða saman við ungum amatørum enn fólkum, sum hava lært í fleiri ár. Hetta kemst av, at tey ungu eru framvegis á uppdagingarstøðinum, har tey gera sum tey eru biðin og eru opin fyri øllum.
Dansiverksmiðja
Peter hevur um vikuskiftið, sum áður nevnt, verið leiðari fyri dansiverksmiðjuni. Her hevur hann lagt lag á hjá teimum ungu.
? Eg havi roynt at brúkt tilfar, sum tey ungu kunnu fyrihalda seg til. Til dømis brúka vit Janet Jackson at dansa eftir, og tað er nakað tey ungu kenna aftur í teirra ungdómsmentan. Ung eru eitt sindur við í hesi vaksandi popp-mentanini.
Tempo, tempo, tempo, eyðkendi venjingarnar hjá teimum 17 dansiverksmiðjuluttakarunum um vikuskiftið. Tey dansaðu av lívsins megi og lurtaðu við stórum áhuga, tá verksmiðjuleiðarin greiddi frá.
Allir, uttan ein, av dansiverksmiðjuluttakarunum vóru gentur, og sást hetta eisini aftur í dansinum. Men ikki so at siga. Tann einasti hanin smæddist nú heldur ikki burturúr.
Tá Sosialurin var á vitjan í stóra salinum, har dansiverksmiðjan helt til, vandu tey ein dans, sum tey skuldu framføra til endaframførsluna sunnukvøldið. Og sjálvt um tey bara høvdu arbeitt ein lítlan fyrrapart við dansinum, høvdu tey fingið nógv burturúr.
? Eg veit, at tað tit halda, at tit ongantíð fara at læra tað, men bíða bara, tað gongur nokk, sigur Peter við luttakararnar, sum til tíðir kanska kundu tykjast eitt sindur mótfalnir, tá alt ikki gekk eftir ætlan.
Tey ungu høvdu valt eitt evni at arbeiða við ígjøgnum dansin.
? Tey hava valt at arbeiða við mótsetningum og tað at hóska inn í ein bólk. Uppgávan hjá mær er nú at umseta hetta til eitt mál tey skilja, greiðir Peter Friis frá.
Janet Jackson ljómar í bakgrundini, tá vit fara úr dansiverksmiðjuni. Og tey ungu dansa og halda áfram at dansa.










