Koyra í fimta kervi

Vár B. Jacobsen, er samskipari av »Ung í Føroyum 2003«. Hon samskipaði tað stóra endaframførsluna sunnukvøldið, og hennara høvuðsuppgáva var at fáa allar brikkarnar at hóska saman

Tá Ung í Føroyum var á breddanum fyri tveimum árum síðani, var Vár Berghamar Jacobsen eisini við. Hennara arbeiðsheitið var eisini samskipari ta ferðina.
? Mín uppgáva er fyrst og fremst at vera við í fyrireikingini av stóru endaframførsluni, har eg á fundum finni útav saman við verksmiðjuleiðarunum, hvat tað er vit vilja hava, greiðir Vár frá.
? Eg skal finna eina uppskrift, og tað eru nógvar deadlines, sum eg skal halda. Eg bíleggi nógv arbeiði frá teimum ymsu verksmiðjunum, sum eg síðani skal seta saman í eina heild, so tað verður eitt stórt show.
Venjingarnar eru nógvar, har tey ungu skulu koma við tí tey vilja at endaframførslan skal snúgva seg um.
? Tað er heilt vist strævið. Vit eru 70 fólk, sum koyra í hægsta kervi eitt heitl vikuskifti. Her prutlar av orku í Norðurlandahúsinum, sigur Vár, sum heldur, at hetta er eitt gott tiltak.
? Tað er stuttligt at vera ungur, og tað er eisini ógvuliga stuttligt at síggja alt, sum verður framleitt.
Ynskið Vár hevði fyri stevnuna var, at endaframførslan kundi verða merkt av eini tvørfakligari sýning. Og tað kann man eisini róliga siga, at tað eydnaðist.
? Hetta er eitt stað, har tey ungu sleppa at spíra. Vit hjálpa teimum í gongd, og alt arbeiðið skal gerast í dag, leygardag, og skráin verður so rættað til í kvøld.
? Vit eru á hesi stevnuni komin víðari. Vit hava ikki eins nógvar nervar og seinast, og mín vón er, at allar verksmiðjurnar kunnu gera endaúrslitið saman, sigur Vár Berghamar Jacobsen, samskipari at enda.