Verksmiðjur og leiðarar

Seks ymsar verksmiðjur vóru á »Ung í Føroyum 2003«. Ætlanin var annars at hava eina sjeyndu verksmiðju, sum var sjónleikur fyri rørslu- og menningartarnað, men av tí at ongin meldaði seg til, var hon tikin av skránni.
Verksmiðjurnar, sum tey ungu hava luttikið á í ár vóru sostatt:

Kórverksmiðja við Bjarna Restorff
Dansiverksmiðja við Peter Friis
Videoverksmiðja við Jákupi Veyhe
Skriviverksmiðja við Marionnu Debes Dahl
Myndlistaverksmiðja við Karstin Olgar Lamhauge og Guðrið Poulsen
Tónleikaverksmiðja við Kára Jacobsen