eru virkisleiðslurnar sjálvar sum avgera, um og nær farið verður í summarfrí. - Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkini velja at gera. Nøkur koyra uttan steðg og onnur lata aftur í 1-3 vikur um hásummarið [...] vita, hvørji virkir eru opin, og hvørji ikki eru. - Tað hevur eisini ljóðað, at onkur skipabólkur er um at verða liðugur við sínar fiskidagar, men hetta veit eg ikki fyri vist, sigur Agnar Jensen. [...] . Agnar vísir á, at virkini hugsa um fiskiskap, fiskasløg, marknaðarútlit, og leiðslurnar tosa eisini við arbeiðsfólkið um hetta. - Harumframt eru tað virkir, ið vilja hava eitt skotbráð um summarið til
Joensen greiddi frá kirkjuni á Húsum, og eftir nátturða var tombola, skjótibreyt og søla av smyrlubreyði í Bygdarhúsinum. Klokkan 20 var eggjakast og togtogan, og um somu tíð høvdu fólk eisini høvið at [...] setanina, var konsert á Trøllanesi við Frændum og Brandi Enni. Seinnapartin varð skipað fyri gongutúri norður á Kallin, eins og tiltøk vóru fyri børn. Seinni um dagin og út á kvøldið vóru øll tiltøkini, ið eftir [...] framsýning var av list og søla av ymiskum hondgjørdum lutum. Í Bakka-handlinum á Húsum var eisini framsýning av ymiskum gomlum og áhugaverdum lutum. Ritan sigldi eykatúr í Kalsoynna kl. 23, og væl áðrenn hon kom
Tørvurin er akuttur, og eitt stig á rættari leið var at leiga ein part av bygninginum hjá Postverki Føroya á Argjum. Bygningurin hýsir í dag ?bert? frímerkjadeildini hjá Postverkinum, og tað ein góð loysn [...] loysn fyri bæði skúla, kommunu og Postverkið, at Tórshavnar kommunu leigar høli á Postverkinum. Men hetta vil Karsten Hansen ikki læta sær lynda. Sáttmálin var annars gjørdur og góðkendur av Vinnumálaráðnum [...] at leiga ein bygning, vit eiga, út og so leiga frá øðrum, sigur Karsten Hansen. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Karsten Hansen ábyrgdina av landsins ognum, og harvið eisini bygningunum. Hann leggur
Stóri profilurin og spælskiparin, Helga Ellingsgaard, er ikki við hesaferð, og aðrir spælarar eru eisini farnir burtur av. ? Vit mangla ein spælara sum Helgu. Hon var ein profilur á liðnum og gekk undan. Men [...] at spælararnir eru vorðnir javnt góðir, og nógvir av teimum nýggju hava vist góðar dygdir. Hørð skrá Fótbóltskappingin á Oyggjaleikunum byrjar sunnudagin, og tí fær føroyska liðið tveir heilar dagar at [...] finaluna, og í finaluni eydnast teimum í tøttum dysti at vinna á Álandi. Nú skulu teir 18 spælararnir royna at endurtaka bragdið á Guernsey. ? Tað slepst ikki uttan um, at vit skulu verja gullið, og at okkara
sigur rithøvundurin sjálvur um bókina. Kvæði og søga Tað snýr seg um søgu og mentanararv, ið er farandi og komandi, sálina, seyðin og øll hini, sum búðu her, og næstu grannarnar. Teknirøðin er ein roynd at [...] fantastisku og løgnu hendingarnar, sum tú kanst hóma í Føroyingasøgu. Í bókini eru stuttligar og keipukendar tekningar. Innihaldið fevnir m.a. um uppruna, landnám, norrøna búseting og fleiri kvæði og sagnir [...] krønika, løgd fram fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum. Orsakað av verkfallinum, ið tá var, strandaði bókin í Danmark og vóru bert fá eintøk at vísa fram. Nú er bókin komin og fæst til keyps í bókahandlunum
sita í stovuni og fáa eitt gott hugskot og so at føra tað út í lívið, sigur hann. Atli og Sveinur vita eisini, at tað skal sálarlig venjing til. ? Tá tú situr har úti mitt á havinum og har er bara sjógvur [...] sigla við okkurt um 70 til 75 mílum, og tær hava ein motor við 185 hestum og 1.500 cc. Tá Sosialurin tosaði vit Atla, hevði hann júst fingið at vita frá Kaj Andreassen og co., sum hevur hjálpt teimum við at [...] at fáa skutararnar heim, at maskinurnar vóru avskipaðar niðri og á veg til Føroyar. ? Vit hava fingið ótrúliga góða hjálp frá Kaj og co, og tað er sera spennandi, nú maskinurnar eru á veg heim, sigur Atli
Hóast tað var úti, kalt og vindur, so hoyrdist beinanvegin, at her var talan um góðsku. Tað var flott at hoyra og síggja hetta manssterka kórið syngja, og fólk stóðu bergtikin og lurtaðu. Sjálvt okkurt [...] borgarstjórin beyð øllum at vera vælkomnun og við røðu sínari setti skjøtil á stevnuna, sum varar inntil sunnudagin. Síðani komu umboð fyri Noreg og Ísland somuleiðis upp og bóru eina heilsu teirra vegna. Hans [...] barnið hugdi spyrjandi upp á mammu sína og segði: Hvør er tað, sum syngur so hart? Fóstbræðir skula hava konsert í Christianskirkjuni í kvøld, og tað er púra vist, at teir fingu marknaðarført seg sjálvar
púra vist, og hon er ongantíð blivin til ta somu aftur. Men enn tann dag í dag práta vit nógv um hann, og vit flenna at ymsum stuttligum, sum hann kundi finna uppá. Steindor var ein so fittur og hjálpsamur [...] fyllir fimm um tríggjar vikur, gongur og melur. Hon bíðar eftir pápa sínum, tí tey bæði skulu út í garðin at arbeiða. Margretha setur kaffi, te og køkur á borðið og sessast saman við hinum. Uttanfyri hongur [...] fluttur á Landssjúkrahúsið og lagdur undir skurð, tí hann hevði fingið álvarsamar løstir í høvdið, og síðani í respirator. Men hann megnaði ikki at vinna kampin móti deyðanum, og hann doyði fyrrapartin sama
at hesin fór at leggja hin sera ivasama og jánkasliga fiskivinnupolitikkin hjá undanmanninum aftur um seg og fór at byrjað av nýggjum og at føra ein óheftan og sakligan fiskivinnupolitikk, sum hann málber [...] onki høpi í nøkrum og tí er tað púra vist, at eg fari at reisa málið í samgonguni, tá ið tingið er komið samanaftur. Men serliga álvarsligt er málið um fiskiloyvið til Jògvan S. og sambært Tórbjørn Jacobsen [...] verður málið meiri og meiri tyngjandi fyri hann. ? Tað er greitt, at hann situr oman á einum lógarbroti. Tað kundi Helena Dam á Neystabø ikki og tað kundi Jørgen Niclasen ikki og tí fóru tey frá. ?Jacob
skal koma út. Nú er vist heilt vist at hetta verður til ólavsøku heima. Reseptiónin verður í Føroyahúsinum 12. septembur. Hetta og mangt annað verður lýst gjøllari seinni. Nú er summar og útisetar eru sum [...] Keypmannahavn og fara upp á gólv saman við teimum, sum støkka inn hetta kvøldið. Dyrnar lata upp longu kl. 17 og frá kl. 18 verður høvi at keypa sær ein góðan sunnudagsdøgverða við tveimum rættum og kaffi, sum [...] á gólv og dansað út móti midnátt. Øll eru væl komin og ókeypis er at koma innar. Á Keypmannahavnarleiðini eru eini trý feløg, sum lívga føroyska dansinum: Fótatraðk, har yngri fólk eru uppií og so Bal