Føroysku fótbóltskvinnurnar skúgvaðu so at siga alla mótstøðu til viks á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani.
Føroyska liðið vant burtur úr øllum liðunum, sum tær møttu á veg til finaluna, og í finaluni eydnast teimum í tøttum dysti at vinna á Álandi.
Nú skulu teir 18 spælararnir royna at endurtaka bragdið á Guernsey.
? Tað slepst ikki uttan um, at vit skulu verja gullið, og at okkara lið verður gjørt til favoritt í kappingini. Men tað er trupult at siga frammanundan, hvussu vit fara at standa okkum, og vit rokna als ikki við so stórum sigrum hesaferð, sigur Álvur Hansen, venjari hjá fótbóltskvinnunum.
Seinast vann føroyska liðið upp í heili 16-0!
Gotland bjóðar av
Fótbóltskappingin á Guernsey er skipað í tveimum bólkum við fýra liðum í hvørjum. Saman við Føroyum eru Isle of Man, Isle of Wight og Jersey. Fyri tveimum árum síðani vann føroyska liðið 11-0 á Isle of Man og 16-0 á Jersey. Isle of Wight slapp ikki víðari í kappingini, tí tær taptu til millum annað Jersey.
Um ikki nógv er broytt upp á tvey ár, kann roknast við, at føroyska liðið vinnur innleiðandi bólkin hjá sær. Gera tær tað, so koma tær í ár beinleiðis í finaluna, tí eingin hálvfinala verður spæld hesaferð.
Fyri tveimum árum síðani var liðið av Álandi harðasti kappingarneytin hjá Føroyum, men tær eru ikki við hesaferð. Orsøkin sigst vera, at hesaferð hava álendingar sent menninar avstað.
Hinvegin er lið av Gotlandi nú komið við, og tað verður roknað við nógvum av hesum liði.
Eitt felag av Gotlandi spælir við í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, og tvey feløg eru við í 3. deild í Svøríki. Harafturat hava gotlendingar eisini heimliga fótbóltskapping.
Profilur burtur
Fleiri broytingar eru gjørdar á føroyska liðnum síðani seinast. Stóri profilurin og spælskiparin, Helga Ellingsgaard, er ikki við hesaferð, og aðrir spælarar eru eisini farnir burtur av.
? Vit mangla ein spælara sum Helgu. Hon var ein profilur á liðnum og gekk undan. Men hinvegin hava vit fingið fleiri sera góðar spælarar við á liðnum, so samanumtikið er liðið minst líka gott hesaferð, sum tað var seinast, sigur Álvur Hansen.
Hann heldur, at spælararnir eru vorðnir javnt góðir, og nógvir av teimum nýggju hava vist góðar dygdir.
Hørð skrá
Fótbóltskappingin á Oyggjaleikunum byrjar sunnudagin, og tí fær føroyska liðið tveir heilar dagar at venja í á Guernsey, áðrenn sjálvir dystirnir byrja.
? Tað er gott fyri okkum, at vit kunnu venja okkum eitt sindur til umstøðurnar, áðrenn sjálv kappingin byrjar, sigur Álvur Hansen.
Men tá ið bólkaspælið byrjar, verður skráin hørð. Tríggir dystir í tríggjar dagar krevja nógv, og tað er venjarin eisini greiður yvir.
? Tað er sera hart at skula spæla dyst tríggjar fylgjandi dagar. Vit skulu spæla tveir dystir mitt um dagin, tá ið tað er heitast, so tað verður strævið hjá liðnum. Eg havi 18 góðar spælarar við, og tí verður tað gjørligt hjá mær at skifta eitt sindur út á liðnum, so onkrir spælarar fáa eitt sindur av hvíld, sigur Álvur Hansen.
Tá ið bólkaspælið er liðugt, verður spælt um plaseringarnar. Skuldi tað hent, at føroyska liðið vann sín bólk, so eru tveir hvíludagar áðrenn finaluna.
Fótbóltslandsliðið:
Anna Kristina Joensen
Randi S. Wardum
Ragna B. Andreassen
Eyðvør úr Dímun
Heidi Heinesen,
Bára S. Klakstein
Rannvá B. Andreassen
Vivian Bjartalíð
Halltóra Joensen
Sólvá Joensen
Malena Josephsen
Annelisa Justesen
Eyðfríð Kristiansen
Ann Silja á Borg Madsen
Ása Dam á Neystabø
Meibritt Olsen
Una Olsen
Kristina D. Simonsen
Álvur Hansen, venjari
Malan Mohr Dahl, hjálparvenjari