Fiskivinnupolitikkur
?Helena Dam á Neystabø kundi ikki sita í Landsstýrinum við einum lógarbroti yvir sær.
?Jørgen Niclasen kundi ikki sita við einum lógarbroti yvir sær.
?Og sostatt kann Jacob Vestergaard heldur ikki sita við einum lógarbroti yvir sær.
So avgjørdur er Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin.
Hann er nú so misnøgdur við fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni, at hann heldur, at tekur landsstýrismaðurin ikki summar av sínum seinastu avgerðum aftur, kann endin gerast, at hann má víkja sessin í Fiskimálaráðnum.
Samstundis er hann so misnøgdur við fiskivinnupolitikkin í síni heild, at hann fer at taka málið upp í samgonguni, tá ið tingið er komið saman aftur aftaná Ólavsøku.
Taka landsstýrismálanevndina av
Tórbjørn Jacobsen er ein av teimum, sum hava víst stóran áhuga fyri fiskivinnupolitikkinum, sum teir skiftandi landsstýrismenninir hjá fólkaflokkinum hava ført hesi seinastu árini.
Eitt nú hevur hann reist fyrispurningar á tingi um fiskiloyvi sum eru útskrivað.
Saman við eini áheitan frá felagnum Línuskipum, førdi tann eini fyrispurningurin til, at landsstýrismálanevndin tók málið um fiskiloyvið til Jógvan S. upp og har varð niðurstøðan greið hjá eini samdari nevnd: Tað var ólógligt at geva Jógvani S. fiskiloyvi.
? Men tað ótrúðliga hendi, at nakrar fáar dagar áðrenn landsstýrismálanevndin skuldi taka støðu í málinum, ger Jacob Vestergaard ikki mætari enn at hann gevur Jógvani S. eitt fyribils fiskiloyvi. Og tað skuldi verið óneyðugt at sagt føroyingum hvat ið orðið fyribils merkir í politisku- og umsitingarligu termologiini. Tað merkir í veruleikanum endaligt í hesum støðuleysa landi.
? Men tá ið ein samd landsstýrismálanevnd gjørdi úrskurð um at tað var ólógligt at geva Jógvani S. fiskiloyvi, átti landsstýrismaðurin alt fyri eitt at tikið fyribils loyvið aftur og samstundis skuldi hann gjørt greitt, at Jógvan S. fær ikki endaligt fiskiloyvi.
? So stendur tað til hansara, sum hevur fingið fiskiloyvi, um hann fer til dómstólarnar við málinum, men sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eigur hann treytaleyst at rætta seg eftir úrskurðinum í landsstýrismálanevndini, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at ger Jacob Vestergaard ikki tað, er hetta tað sama sum at tilonkisgera landsstýrismálanevndina, enntá eina samda nevnd, har ið báðir teir stóru flokkarnir í samgonguni eisini eru umboðaðir.
? Og tað kunnu vit so slettis ikki liva við, tí tað er sera álvarsligt.
Hann sigur, at góðtekur Løgtingið, at niðurstøðan hjá nevndini ikki verður fylgd, og at ein landsstýrismaður gongur ímóti einari klokkuklárari niðurstøðu um lógarbrot frá eini so týðandi løgtingsfunktión sum landsstýrismálanevndini, eiga vit eisini at hava rygg til avtaka landsstýrismálanevndini, tí tá er allur myndugleiki tikin frá henni kortini, og tá er onki endamál at varðveita hana.
Lenar seg upp at misáliti
Torbjørn Jacobsen sigur, at nú nýggjur landsstýrismaður varð settur í fiskivinnumálum, sum eisini var eitt fullkomiliga óskrivað blað í føroyskum landspolitikki, hevði hann vónir um, at hesin fór at leggja hin sera ivasama og jánkasliga fiskivinnupolitikkin hjá undanmanninum aftur um seg og fór at byrjað av nýggjum og at føra ein óheftan og sakligan fiskivinnupolitikk, sum hann málber seg.
Men hann herldur, at enn er tað ikki hent.
Tvørturímóti himprast hann ikki við at kalla fiskivinnupolitikkin ov lítið yvirskipaðan og ov lítið óheftan og sakligan, tí tað vísir seg at vera nógv lættari hjá summum at fáa fiskiloyvi enn tað er hjá øðrum.
? Hetta kann ikki sleppa at halda fram, tí tað verður onki høpi í nøkrum og tí er tað púra vist, at eg fari at reisa málið í samgonguni, tá ið tingið er komið samanaftur.
Men serliga álvarsligt er málið um fiskiloyvið til Jògvan S. og sambært Tórbjørn Jacobsen munnu tey flestu halda, at júst hetta loyvi er eitt av teimum, sum líkist einum partapolitiskum fiskiloyvi, sum mundi verða latið fyri at tryggja fólkaflokkinum í Norðoyggjum eitt gott løgtingsval seinasta vár.
? Men tað einasta, eg sum tingmaður havi at halda meg til, er niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini um, at fiskiloyvið til Jógvan S. er ólógligt.
? Men, hvør dagur sum Jacob Vestergaard drálar við at taka fiskiloyvið til Jógvan S. aftur, verður málið meiri og meiri tyngjandi fyri hann.
? Tað er greitt, at hann situr oman á einum lógarbroti. Tað kundi Helena Dam á Neystabø ikki og tað kundi Jørgen Niclasen ikki og tí fóru tey frá.
?Jacob Vestergard eigur at taka fiskiloyvið til Jógvan S aftur, og ger hann ikki tað, skjótast gjørligt, dugi eg illa at ímynda mær, at hann framvegis er landsstýrismaður yvirum Ólavsøkuna, um so er at sama støðufesti skal fylgjast sum í málunum hjá Helenu og Jørgeni.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at landsstýrismaðurin má og skal taka neyðug stig útfrá niðurstøðuni hjá eini samdari landsstýrismálanevnd. Sostatt má hann taka loyvið aftur frá Jógvani S. Annars máar hann heilt støðið undan politisku skipanina og tað er illa hugsandi at Løgtingið fer at finna seg í tí.
? Tað eigur Løgtingið í hvussu er ikki at finna seg í, sum hann málber seg.
Hann sigur, at skal nøkur meining vera í politisku skipanini yvirhøvur, er einasti møguleiki altso, at fiskilovyvið til Jógvan S. verður tikið aftur, nú sjálv landsstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at loyvið var ólógligt.
Tí heldur Tórbjørn Jacobsen, at Jacob Vestergaard lenar seg kraftiga uppat einum misáliti, tekur hann ikki loyvið aftur.
? Men tað ivist eg ikki í, at landsstýrismaðurin fer at gera.
? Higartil hevur tjóðveldisflokkurin havt álit á nýggja landsstýrismanninum. Men hinvegin vil eg nú siga, at hann nú skal upp til eina álvarsliga álitisroynd hiðani og til Ólavsvøku, júst í hesum málinum um eitt fiskiloyvi, sum hann hevur útskrivað ólógliga.
Tórbjørn Jacobsen vil ikki siga, at hann fer sjálvur at reisa eitt slíkt misálit, skuldi tað komið hartil, tí hann vónar og væntar at landsstýrismaðurin greiðir málið sjálvur áðrenn tað kann koma so langt.
?Men væntar landsstýrismaðurin, at hann kann sita omaná einum lógarbroti og ikki fáa misálit ímóti sær í tinginum, er hann meiri enn vanliga góðtrúgvin og hvør dagur, sum gongur, áðrenn hann tekur fiskiloyvið aftur, gerst málið bara meiri og meiri tyngjandi fyri hann.
Men kemur tað so langt, fert tú so sjálvur at atkvøða fyri einum misáliti, skuldi onkur annar reist tað.
Tað vil Tórbjørn Jacobsen ikki svara beinleiðis uppá.
Hann sigur:
? Tað skuldi verið óneyðugt at havt nakra viðmerking til tað yvirhøvur. Soleiðis sum eg kenni hendan landsstýrismannin so greiðir hann fløkjuna hann er komin sær í áðrenn tað kemur so langt. -?
? Annars skal mín áheitan á Jacob Vestergaard vera, at hann rekur tann fiskivinnupolitikkin sum hann sjálvur heldur vera tann rætta, og ikki letur seg ávirka av ágangandi reiðarunum, sum lítið einki annað gera, enn at vassa ímillum borðini úti í Fiskimálaráðnum og krøkja eftir loyvum, sum teir bara ætla sær at spekulera við og at gerast ríkir av.
? Hetta er altso fólksins ogn maðurin situr og umsitur, tað mega vit ongantíð gloyma, minnir Tórbjørn Jacobsen á.









