Almennir stovnar í Posthúsið á Argjum

Karsten Hansen vil ikki vita av Argja skúla í Posthúsinum á Argjum. Bygningurin skal nýtast til almennar stovnar. Hetta er ein keðilig støða fyri kommununa og skúlan, siga borgarstjórin og varaskúlastjórin

HØLI

Argja skúli hevur stórar trupulleikar við hølum. Tørvurin er akuttur, og eitt stig á rættari leið var at leiga ein part av bygninginum hjá Postverki Føroya á Argjum. Bygningurin hýsir í dag ?bert? frímerkjadeildini hjá Postverkinum, og tað ein góð loysn fyri bæði skúla, kommunu og Postverkið, at Tórshavnar kommunu leigar høli á Postverkinum.
Men hetta vil Karsten Hansen ikki læta sær lynda. Sáttmálin var annars gjørdur og góðkendur av Vinnumálaráðnum, men endaligu góðkenningina eigur Karsten Hansen, og hon verður ikki latin.
Leigusáttmálin var fyri fimm ár ? 750 kr/fermeturin umframt ymsar umvælingar, ið kommunan skuldi gjalda. Hetta vildi merkt 300.000 kr. árliga til Postverk Føroya frá Tórshavnar kommunu.
Men Karsten Hansen vil nýta bygningin til onnur endamál.
? Hetta er ein bygningur, ið landi eigur. Tá vit sum er hava stórar hølistrupulleikar í Havn, so fara vit ikki at leiga ein bygning, vit eiga, út og so leiga frá øðrum, sigur Karsten Hansen.
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Karsten Hansen ábyrgdina av landsins ognum, og harvið eisini bygningunum. Hann leggur dent á, at hann fegin vildi hjálpt Argja skúla, um hann kundi, men hann fær ikki góðkent hendan leigusáttmálan.
Okkurt av leigumálunum hjá tí almenna í Havn eru útgingið, og tað kann gerast kostnaðarmikið at endurnýggja. Eitt nú Almannastovan hevur trupulleikar við hølum, og Karsten Hansen váttar, at Almannastovan er ein møguleiki at fara at húsast í Posthúsinum á Argjum. Møguleikarnir eru tó fleiri, og landsstýrismaðurin roknar ikki við, at tað gongur drúgv tíð, áðrenn onkur kann flyta inn á Argjum, men kortini er eingin konkret ætlan.
Bygningurin hjá Postverkinum á Argjum stendur nær við Fíggjarmálastýrið og hinar stovnarnar í fyrrverandi Albert Hall á Argjum.
? Tað er jú upplagt, at samskipa raksturin saman við hinum stovnunum, sigur Karsten Hansen.
At hava almennar stovnar í Posthúsinum á Argjum er ikki nakar nýggjur tanki. Karsten Hansen sigur, at hetta fyri fyrstu ferð kom upp á tal fyri tveimum árum síðani, og tað er meira aktuelt nú enn nakrantíð.
Sostatt kann hann ikki góðtaka, at onnur flyta inn í Posthúsið á Argjum.

4 skúlastovur
Ætlanin var at hava fýra flokkar í Posthúsinum á Argjum til fýra flokkar. Ætlanin var at hava fýra flokkar í Posthúsinum á Argjum til fýra flokkar.
? Støðan er ikki góð hjá okkum, og vit hava roknað við at fáa fýra flokkar niðan í bygningin hjá Postverkinum komandi skúlaár og hava eisini lagt skema eftir tí, sigur Símun Abrahamsen, varaskúlastjóri í Argja skúla.
Hetta skúlaárið hevur skúlin verið noyddur at undirvíst í Róðrarneystinum á Argjum.
? Vit vildu sleppa undan róðrarneystinum komandi ár, men tað verða vit kanska noyddir til nú kortini, sigur Símun Abrahamsen.
Onkur flokkur verður lagdur saman, men umstøðurnar eru framvegis trongar komandi ár. Foreldur at næmingunm hava eisini verið hjá borgarstjóranum og kært sína neyð. Tá varð sagt, at fýra stovur í Postverksbygninginum bert nøktaði ein part av bráðfeingis tørvinum.
Enn kann Símun Abrahamsen ikki siga nakað um, hvussu tey fara at húsast eftir summarfrítíðina.
Sostatt sær tað trongt út hjá argjafrensum komandi skúlaár.

Keðilig støða
Fyri Tórshavnar kommunu er hetta ein keðilig støða, sum er íkomin, sigur borgarstjórin, Jan Christiansen.
? Argja skúli hevur stórar trupulleikar sum er, og henda loysnin hevði verið ein
hjálp. Trupulleikin er eisini tann, at vit ikki hava so nógv pláss at byggja á við Argja skúla, og tískil verður tað torført at betra umstøðurnar, sigur Jan Christiansen.
Ætlanir eru um at byggja afturat við Argja skúla, men sum sagt er byggilendi avmarkað.
? Postverksbygningurin passar perfekt til skúla. Hann liggur fyri og hóskar sera væl, sigur Jan Christiansen.
Hann undrast á, at Karsten Hansen ikki vil góðtaka hendan sáttmálan, tá hann er fyri marknaðarprís, og Postverkið áður ikki hevur havt trupulleikar við at leiga út.

Nýggj mannagongd
Tíðindini, um at Karsten Hansen ikki góðtekur ætlaðu leigusáttmálan, vóru heilt fesk, tá vit tosaðu við fólk mikumorgunin. Eingin hevði tá fingið skriv frá landsstýrismanninum, men hetta er á veg, sigur Karsten, sum tók eina skjóta avgerð - vísandi til tvey ára gomlu ætlanirnar.
Bergur í Garði hevði heldur ikki frætt tíðindini, men hann sigur kortini, at ein leigusáttmáli hevði verið góður fyri Postverkið. Eisini tí, at talan hevur verið um, at Postverkið skal fáa byggilendi við Posthúsið í Òðinshædd til ein nýggjan bygning, og harvið flyta heilt úr bygninginum á Argjum.
Ikki er vist, hvat verður av hesum ætlanunum. Karsten Hansen sigur, at ein møgulig leiguinntøku ikki hevði havt tær stóru ávirkanina á stovnin, tí so verða aðrar inntøkur mestur reguleraðar hareftir.
Postverkið leigar partar av gamla Idé húsinum á Òðinshædd til m.a. Bónus og Kall. Hesi leigumál vóru eingin trupulleiki at fáa ígjøgnum, og eingir almennir stovnar hava verið upp á tal at flyta niðan í Òðinshædd.
? Hetta er ein nýggja mannagongd við góðkenning av sáttmálanum, sigur Bergur í Garði.

Mynd: Argja skúli sleppur ikki at flyta inn hjá Postverkinum á Argjum. Bygningurin skal nýtast til onnur endamál, sigur Karsten Hansen.