Rósing var trífaldur málskjútti

1. DEILD: Víkingur styrkti um sína støðu í toppinum, tá ið tað í Gundadali endaði við 3-0 sigri ímóti B36

Fyri aðru ferð í ár vunnu teir næstbestu hjá Víkingi í dag 3-0 ímóti teimum næstbestu hjá B36. Fyrra ferðin var 4. apríl í fjórða umfari, tá ið tað í Sarpugerði í Norðragøtu endaði 3-0.

 

Í dag vóru víkingarnir í Gundadali. Hálvleiksstøðan var 2-0, og talan var í øllum trimum førunum um sama málskjútta. Tað var Rósing Sverrason Toyt, sum var trífaldur málskjútti. Hann er 15 ára gamal, og 11. juli verður hann 16 ár. Nú hevur hann skorað fimm mál í 1. deild í ár. Umframt trý mál í Gundadali í dag so skoraði hann, tá ið Víkingur vann 4-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík og aftur, tá ið Víkingur vann 4-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Rósing skoraði síðsta korterið undan steðginum tvey mál, og tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti hann 3-0 sigurin.

 

Í hvussu so er fram til mánadagin, 2. hvítusunnudag, er Víkingur næstfremst. Víkingur hevur 24 stig, og B71 er á triðja plássi við 21 stigum. B71 fer mánadagin at spæla á heimavølli ímóti toppliðnum FC Suðuroy.

 

B36 er á fimta plássi við 14 stigum.

 

Annan sunnudag fer B36 at spæla á útivølli ímóti TB.

 

Annan sunnudag fer Víkingur at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy.