Samuel var besti leikarin hjá SJK Seinäjoki

SJK tapti á heimavølli

Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá SJK Seinäjoki á heimavølli tók móti Oulu í bestu finsku fótbóltsdeildini. 

 

Oulu vann dystin 1-0. Útiliðið skoraði sigursmálið 10 minuttir undan steðginum.

 

Sambært Soccerstand var Samuel besti leikarin hjá SJK. Samuel fær karakterin: 8,3 (av 10 møguligum). Og tá var miðalkarakterurin hjá liðnum 6,9.

 

Á stigatalvuni sær tó einki serligt út hjá SJK. Teir eru næstaftast í deildini við seks stigum. Teir hava seks stig upp til TPS, ið er á sætta plássinum sum aftaná lokið grundspæl gevur rætt til at kappast í ovara endaspælinum. 

 

Týsdagin klokkan 16 spælir SJK áttandapartsfinalu í finsku steypakappingini. Mótstøðuliðið verður akademi-liðið hjá SJK, so talan verður um eina innanhýsis uppgerð. Tá átti at borið til hjá Samuel og liðfeløgunum at vunnið seg víðari í kappingini.