Føroyahúsið vitjan av dansifólki og kóri

Hetta vikuskiftið stongir kaffistovan í Føroyahúsinum fram til ólavsøku. Men eini tvey góð tiltøk eru eftir enn í juli.

Sláið Ring fer niður til Næstved á dansistevnu við uml. hálvthundrað fólkum. Sunnukvøldið 6. juli vera tey í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn og fara upp á gólv saman við teimum, sum støkka inn hetta kvøldið.
Dyrnar lata upp longu kl. 17 og frá kl. 18 verður høvi at keypa sær ein góðan sunnudagsdøgverða við tveimum rættum og kaffi, sum kokkur okkara Stina Gudmundsdóttir stendur fyri. Eftir kl. 20 verður farið upp á gólv og dansað út móti midnátt. Øll eru væl komin og ókeypis er at koma innar.
Á Keypmannahavnarleiðini eru eini trý feløg, sum lívga føroyska dansinum: Fótatraðk, har yngri fólk eru uppií og so Ballerupfelagið og Hvidovrefelagið. Helst vera fólk frá hesum feløgum eisini uppi í dansinum sunnukvøldið, hóast summar og ferðingartíð er.
Tvey føroysk kór í Keypmannahavn 11. ? 12. juli.
Kristiliga Sangkórið vitjar bæði í Oslo, Malmø og Roskilde dómkirkju. Tey telja um 35 fólk og Hanus Joensen skúlastjóri er nú dirigentur í hesum væl kenda kóri.
Kórið fer at hava konsert í Føroyahúsinum fríggjadagin 11. juli kl. 20. Kaffistovan letur upp kl. 19.30. Konsertin er í tveimum pørtum. Í steðginum fer Heri Joensen prestur í Havn , sum eisini syngur við í kórinum, at siga nøkur orð. Eftir konsertina verður høvi at sita eina løtu og lýða á tónleik. Føroyahúsið bjóðar kaffimunn við køkubita. Atgongumerkið er hetta kvøldið 30 kr. inkl. kaffimunnin.
Dagin eftir leygardagin 12. juli verður Vestmannakirkjukór í býnum og syngja í Samuelskirkjuni í Thorsgade kl. 16. Tey koma tá aftur úr Álandi, har tey hava verið nakrar dagar. Kórið telur uml. hálvthundrað fólk, har nógv av teimum er ungfólk. Erla Olsen er dirigentur í hesum kórið.
Ólavsøkan í hondum
Ólavsøka skal vera í Føroyahúsinum, men tvørleikin er at so mong av teimum, sum á ein ella annan hátt eru tøk um veturin, eru á ferð um ólavsøkuna. Kortini eydnast hvørt ár at fáa eini tveir hugnarligar dagar burturúr. Rættiliga fitt av heimafólki kunna vera niðri um ólavsøkuna og støkka inn á gólvið.
Sunnudagin 27. juli byrja vit við fernisering. Hesu ferð eigur Niels Salmony úr Trongisvági ólavsøkuframsýningina. Niels hevur búð niðri í mong, mong ár og hevur arbeitt innan teldutøkni, men í frítíðini eru áhugamálini sigling, Neystið í Ishøj og so at mála. Men Niels verður ikki einsamallur hesu ferð. Saman við honum fer vinmaður hansara norðmaðurin Bjørn Lerberg at hava framsýning við glasi og keramikki sum raku og pit-fire. Hansara tema eru fuglur, fjøll og fiskur. Bjørn er útbúgvin innan listsøgu. Hendan dagin bjóðar húsið, sum skipar fyri, sneisabitar o. A. Eisini verður tónleikur.
Ólavsøkuaftan verður opið seinnapartin og út til kl. 01. Vit lýða á frásøgnina um kappróðurin í Havn. Húsið hevur nú ADLS-samband, sum riggar væl í kaffistovuni til slíkar sendingar. Kl. 18 verður ólavsøkan sett og um hetta mundi verður eisini matsøla av ymsum slag. Eftir kl. 20 fara Ian Onghamar og Lítli Jóhan at spæla saman. Hetta verður eitt blandað kafé- og dansikvøld, so høvi verður bæði at tríva í onkran lættan sang saman við teimum, at lýða á teirra framførslu og at fáa eina løtu á dansigólvinum.
Ólavsøkudagur er altíð stillisligari. Kaffistovan er opin seinnapartin og út móti midnátt. Ólavsøkugudstænastan verður sum vanligt í Eliaskirkjuni kl. 17 og eftir tað er matsøla í Føroyahúsinum og síðani hugnakvøld við felagssangi, "midnáttarøðu" og tónleiki.
- Eftir ætlan skipar Føroyahúsið fyri ólavsøkutiltakinum úti á Bryggjuni næsta summar. Tá skal meira gerast burturúr sjálvandi, men lat okkum síggja hvussu leikur ferð.
Heystið fyri durunum
Kaffistovan verður stongd nakrar dagar eftir ólavsøkuna. So ætlar tú inn á gólvið í summar, liggur best fyri á ólavsøku 27. ? 29. juli ella eftir 10. august, tá ið alt fer í gongd aftur. Nýggj fólk taka við, tí ein er farin í barsil, ein heim til Føroya og ein í annað starv. Fyrsti týsdagsdøgverðin í heyst verður 20. august. Teir eru so hvønn týsdag til aftur síðst í mei. Vanliga verður bert borðreitt við føroyskum døgverðamati. Næsta ferniseringin verður 31. august við havnarkonuni Fanny Karbæk Mouritsen og amerikumanninum Henry Fr. Meils-Meiseles.
Fyrsta dansikvøldið í heyst verður 6. septembur, tá ið Fótatraðk skipar fyri. Hetta plagar altíð at vera gott kvøld, nú tá ið tey ungu og ferðandi koma niðuraftur. Fleiri ferð hava vit funnið ein dag til reseptiónina, nú stórverkið hjá Marianne Clasuen um føroysku kvæðaløgini skal koma út. Nú er vist heilt vist at hetta verður til ólavsøku heima. Reseptiónin verður í Føroyahúsinum 12. septembur. Hetta og mangt annað verður lýst gjøllari seinni.
Nú er summar og útisetar eru sum flytifuglurin ? teir mugu út at ferðast. Mangt steðgar upp á hásumri. Eitt nú Nærvarp Okkara, sum ikki sendir millum 7. juli og 28. august. Sí teirra spennandi heimasíðu narvarp.dk. Føroyska Ráðgevingin hevur bert telefonviðtalu bert telefonviðtalu frá 6. juli til 6. august, sí annars heimasíðu teirra radgevingin.dk. Her kanst tú eisini fáa vegleiðing um mangt og hvat. Og Føroyahúsið hevur eisini heimasíðu, har uml. 60.000 fólk hava verið á í sløk tvey ár. Heimasíðan eitur faroehouse.dk. Umframt tíðindi og skrá her finnur tú eisini ein hóp av slóðum til aðrar heimasíðir.
Føroyahúsið ynskir øllum landsmonnum, viðskiftafólki og útisetum gott summar, verður sagt at enda av Vesturbrúgv.