Fiskivinna
Seinastu 2-3 árini hevur Vinnuhúsið skrásett, nær tey ymisku fiskavirkini, sum plaga at leggja stilt 1-3 vikur um summarið, fara í summarfrí.
Agnar Jensen, sum starvast í Vinnuhúsinum, sigur, at drúgva verkfallið, sum var á privata arbeiðsmarknaðinum, hevur seinkað hesi ætlan, soleiðis at hon enn ikki fyriliggur.
- Undir vanligum umstøðum skuldi frítíðin longu verið greið, men tá ið vit tosaðu við leiðslurnar á virkjunum undir verkfallinum, vistu tey einki at siga um, hvussu verður í summar.
Agnar vísir á, at tað er ikki Vinnuhúsið, sum leggur frítíðina hjá flakavirkisvinnuni, men hetta er eitt arbeiði, sum Vinnuhúsið ger fyri limirnar í Ráfiskakeyparafelagnum.
Hann sigur, at tað eru virkisleiðslurnar sjálvar sum avgera, um og nær farið verður í summarfrí.
- Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkini velja at gera. Nøkur koyra uttan steðg og onnur lata aftur í 1-3 vikur um hásummarið.
Agnar vísir á, at virkini hugsa um fiskiskap, fiskasløg, marknaðarútlit, og leiðslurnar tosa eisini við arbeiðsfólkið um hetta.
- Harumframt eru tað virkir, ið vilja hava eitt skotbráð um summarið til ymiskar umvælingar, sum liggja á láni. Viðhvørt er útlendsk ekspertisa her heima, sum veitir tænastur til virkini, eitt nú frystaríini, og tá er neyðugt, at ein ætlan fyriligur, hvussu farið verður út á virkini kring landið.
Agnar sigur, at ein onnur orsøk til, at ein slík heildarætlan verður løgd, er til tess, at skipini skulu vita, hvørji virkir eru opin, og hvørji ikki eru.
- Tað hevur eisini ljóðað, at onkur skipabólkur er um at verða liðugur við sínar fiskidagar, men hetta veit eg ikki fyri vist, sigur Agnar Jensen.