Føroya krønika útkomin sum teknirøð

Fyrstu 60 milliónir árini við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land her í oyggjunum og royndu at sættast sum frægast. Soleiðis stendur á tittulblaðnum til forkunnugu Føroya krøniku eftir Markus Jiménéz

Fyri sløkum mánaði síðan hevði Markos Jiménéz listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Samstundis bleiv teknirøðin, Føroya krønika, løgd fram fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum. Orsakað av verkfallinum, ið tá var, strandaði bókin í Danmark og vóru bert fá eintøk at vísa fram. Nú er bókin komin og fæst til keyps í bókahandlunum kring landið.
Í formælinum sigur teknarin, at teknirøðin fyrst og fremst er eitt uppskot ? ein persónlig, ótilgjørd tulking og kronologisk endursøgn av tí, sum kanska hendi í fornari tíð við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land og royndu at sættast sum frægast.

60 milliónir ár
Upprunaliga hugskotið til teknirøðina var at gera eina stuttliga og keipukenda lýsing av Føroya søgu og tí, sum tá var. Líka frá landið varð til og til dagin í dag.
? Óvitandi um, hvussu umfatandi arbeiði kundi gerast, í øllum førum um tú fert í smálutirnar, fór eg fúsur og ónervaður til verka. Ókey. Í hesum hefti havi eg roynd at lýst fyrstu 60 milliónir árini upp til umleið ár 1000, tá ið villu víkingarnir settu síni ógloymandi spor í hesum landinum. Ikki so galið, tá ið eg sjálvur skal siga tað, sigur rithøvundurin sjálvur um bókina.

Kvæði og søga
Tað snýr seg um søgu og mentanararv, ið er farandi og komandi, sálina, seyðin og øll hini, sum búðu her, og næstu grannarnar. Teknirøðin er ein roynd at sameina søguligan veruleika við mytologisku, fantastisku og løgnu hendingarnar, sum tú kanst hóma í Føroyingasøgu.
Í bókini eru stuttligar og keipukendar tekningar. Innihaldið fevnir m.a. um uppruna, landnám, norrøna búseting og fleiri kvæði og sagnir eru við. Brestis kvæði, sum Mikkjal á Ryggi yrkti, og Sigmunds kvæði yngra, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti, eru endurgivin í fullari longd.
? Stuttligu myndirnar í bókini gera, at bókin heilt vist fangar áhugan hjá størri børnum, ungum og vaksnum við. Og bókin kann heilt vist eisini vera eitt íkast til søgu- og kvæðaundirvísingina í skúlunum, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi.
Føroya krønika er 62 síður, innbundin í stíva permu. Hon kostar 150 krónur. Dánial Hoydal týddi tekstin til føroyskt.