Klaksvík:
Hóast tjúkt í mjørka og eitt sindur kaldligt í veðrinum, so var heilt fitt av fólki savnað í Vágstúni, tá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri setti Nordvesten 2003. Hetta var um fýratíðina, so tað vóru ikki øll, sum vóru liðug at arbeiða tá heldur.
Skrúðgonga fór úr Klaksvíksgarðinum við Klaksvíkar Hornorkestri og Folldal Janitsjarkorps á odda. Hetta má sigast at hava verið ein av teimum rúgvusmiklu skrúðgongunum heim eftir Klaksvíksvegnum, tí hon var sera stór.
Víkingar, sjónleikarar, dansarar íklødd búnum vóru við í gonguni heim í Vágstún, har borgarstjórin beyð øllum at vera vælkomnun og við røðu sínari setti skjøtil á stevnuna, sum varar inntil sunnudagin.
Síðani komu umboð fyri Noreg og Ísland somuleiðis upp og bóru eina heilsu teirra vegna. Hans E. Thompson úr Folldal bar fram heilsu vegna normenn og Eyþór Edvardsson úr manskórinum Fóstbræðir fyri Ísland. Tað, sum var serstakt við røðuni hjá Eyþóri, var, at tað var nógv sum týddi upp á, at hon varð skrivað á føroyskum, og hann helt hana so við íslendskari úttalu. Tí tey allarflestu skiltu hvørt eitt orð, sum hann segði. Tað var ikki frítt, at hetta vakti undran millum áhoyrararnar.
Allir tríggir røðararnir komu inn á hetta, at felagsnevnararnir fyri mentaninar í Íslandi, Noregi og Føroyum ikki eru so langt frá hvørjum øðrum.
Millum annað segði Eyþór Edvardsson, at lýsingar av føroysku náttúruni og veðurlagnum ofta tað sama kundi verðið sagdar um Ísland.
Millum røðurnar spældi Klaksvíkar Hornorkestur fosturlandssangir. Tá Eyþór Edvardsson var liðugur við sína røðu, kom tað vælkenda manskórið úr Íslandi, Fóstbræðir, upp at syngja tveir sangir.
Hóast tað var úti, kalt og vindur, so hoyrdist beinanvegin, at her var talan um góðsku. Tað var flott at hoyra og síggja hetta manssterka kórið syngja, og fólk stóðu bergtikin og lurtaðu. Sjálvt okkurt barnið hugdi spyrjandi upp á mammu sína og segði: Hvør er tað, sum syngur so hart?
Fóstbræðir skula hava konsert í Christianskirkjuni í kvøld, og tað er púra vist, at teir fingu marknaðarført seg sjálvar eitt sindur til setanina. Í øllum førum vóru tey mong, sum søgdu seg so avgjørt ætla at fara í kirkjuna at lurta eftir teimum. Fóstbræðir skal somuleiðis hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Teir fara eisini at hava onkrar framførslur afturat í sambandi við Nordvesten.
Eftir setanina, um sekstíðina, var galladøgurði fyri innbodnum í Skálanum. Og so var fyrsti dagurin av Nordvesten liðugur. Men longu tíðliga í morgun varð byrjað aftur við útferðum, framsýningum og øðrum. Seinnapartin var eitt av høvuðspunktunum fyri stevnuni. Máltingið á studentaskúlanum á Kambsdali, har ljóskastarin varð settur á norðurlendsku málini.