Familjan bleiv ongantíð tann sama aftur

Tær tríggjar systrarnar Sofía, Margretha og Erna Sigurðsson úr Klaksvík mistu einasta beiggjan, Steindor, í eini ferðsluvanlukku fyri 13 árum síðani. Tær siga, at tað framvegis er hart, men familjan hevur lært at liva við tí, tó at hon ongantíð bleiv tann sama aftur

Klaksvík:
Út í gongina hoyrist pjátr frá einum lítlum barni. Inni í køkinum sita Erna og Sofía við einans átta mánaðar gomlu Bjørt, sum er í avbera góðum lag. Margretha ger ein drekkamunn, meðan hinar báðar bjóða sess. Vit eru stødd í heiminum hjá Margrethu og Eyðstein undir Klakki. Fýra ára gamla Steintóra, sum fyllir fimm um tríggjar vikur, gongur og melur. Hon bíðar eftir pápa sínum, tí tey bæði skulu út í garðin at arbeiða.
Margretha setur kaffi, te og køkur á borðið og sessast saman við hinum. Uttanfyri hongur mjørkin tungur niður á fjøllini, og tað fyrsta Sofía, sum vanliga verður kallað Fía, sigur, er at tað summarið, tá Steindor doyði var so avbera gott veður.
? Tann dagin vanlukkan hendi, var brennandi sól allan dagin, tað minnist eg væl, sigur hon og hyggur upp á hinar báðar systrarnar. Tær siga allar tríggjar, at tað ber so illa til at greiða frá, hvussu ein upplivir eina tílíka skelkandi hending. Men tær eru sannførdar um, at tað hevur verið serstakliga hart fyri foreldur teirra, sum tó megnaðu at vera har fyri tær tríggjar genturnar.
? Familjan broyttist. Tað er púra vist, og hon er ongantíð blivin til ta somu aftur. Men enn tann dag í dag práta vit nógv um hann, og vit flenna at ymsum stuttligum, sum hann kundi finna uppá. Steindor var ein so fittur og hjálpsamur ungur maður, sum altíð var í góðum lag, minnast tær tríggjar afturá.
Hóast 13 ár eru liðin, so er saknurin tann sami, og meðan vit práta um Steindor, sum var elst av teimum fýra, koma tárini meira enn einaferð fram.
Steindor rendi við bili sínum inn í veggin einar 100 metrar inni í Norðskála-tunlinum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið og lagdur undir skurð, tí hann hevði fingið álvarsamar løstir í høvdið, og síðani í respirator. Men hann megnaði ikki at vinna kampin móti deyðanum, og hann doyði fyrrapartin sama dag, einans 20 ára gamal.
Genta hansara og pápin vóru hjá honum, tá hann dró sín seinasta andadrátt.
? Eg minnist, at hann koyrdi meg norður til Árnafjarðar dagin fyri, og tað seinasta hann segði við meg var, at hann skuldi koma aftur eftir mær, men eg sá hann ongantíð aftur, sigur Erna við tárum í eygunum.
Hetta er ein sera kensluborin samrøða, men tær megna væl at greiða frá. Og tað er týðuligt, at tær hava lært seg at liva við sakninum.

Framvegis hart
Vanlukkan hendi sum sagt í Norðskálatunlinum, og enn tann dag í dag kenna tær seg ikki væl við at koyra ígjøgnum hann.
? Eg hati handan tunnilin. Hann er so myrkur og í vánaligum standi. Har er ikki heilt vandaleyst at koyra, sigur Erna.
Stutt eftir vanlukkuna, sum kravdi lívið hjá Steindor komu endurskinini, sum eru á miðjuni á vegnum inni í tunlinum.
? Tað ringasta eg veit, er tá fólk spyrja meg, um eg minnist tað, sigur Erna, sum tá var 12 ára gomul.
? Sjálvandi minnist eg tað. Tað er, sum tað var í gjár, sigur hon.
Tær greiða frá, at Steindor, sum búði og arbeiddi í Havn, var á veg til Havnar til arbeiðis, tá vanlukkan hendi.
Her var hvørki talan um ferð ella rúsdrekka. Ongin veit rættuliga, hvat hendi, tí ongi vitni vóru til sjálva vanlukkuna, sum hendi um hálvgum sjey-tíðina mánamorgunin 23. juli í 1990. Bileftirlitið staðfesti, at vinstra bakhjól var punkterað.
? Hetta var so mikið tíðliga um morgunin, at vit lógu allar og svóvu. Telefonin ringdi tvær ferðir heima. Fyrst var tað tann bilførarin, sum fyrstur kom fram á Steindor, og síðani var tað løgreglan, sum boðaðu mammu og babba frá, at Steindor hevði verið úti fyri eini ferðsluvanlukku, greiðir Fía frá.
Tær báðar, Margretha og hon, svóvu í sama kamarið og fingu sostatt at vita tað samstundis.
? Eg reageraði sera ógvusliga, sigur Fía rørd á málinum og heldur fram, at tær vóru allar so tætt knýttar at einasta beiggja teirra. So tað var sera hart at vita, at hann lá á Landssjúkrahúsinum og skuldi undir skurð.
Foreldrini fóru suður beinanvegin, men genturnar vórðu verandi í Klaksvík. Henning Bøgesvang, sum tá var sóknarprestur, var eina løtu hjá familjuni um morgunin. Tey høvdu fingið at vita, at Steindor var komin út fyri eini ferðsluvanlukku, og at tað stóð onki til hjá honum.
Systrarnar siga, at Bøgesvang var ein góð hjálp og ein hollur stuðul allatíðina. Tær minnast, at hann bað eina bøn, har hann segði: Harri, ger tú tað, sum er best fyri Steindor.
Og hann sovnaði sum sagt inn beint fyri døðurða.

Fjølmiðlar eiga at ávara
Tær minnast eisini aftur á, hvussu hart tað var at hoyra um vanlukkuna í útvarpinum og síggja myndir í bløðunum.
? Vit hoyrdu, at myndir av bilinum vóru í bløðunum, og tað var virkuliga hart at síggja tær. Vit vildu ynskt, at fjølmiðlarnir vóru eitt sindur meira at sær komnir og høvdu ringt til okkum og bara sagt okkum frá, at vanlukkan fór at verða nevnd ella við í bløðunum, siga tær og leggja afturat, at helst hevði ongin teirra noktað fjølmiðlunum at greitt frá vanlukkuni í teirra miðli, men tey avvarandi høvdu havt tað betur, um tey vistu av tí frammanundan.
Margretha og Fía sóu ikki Steindor aftur fyrr enn tey fóru suður eftir líkinum. Erna sigur, at hon ikki ynskti at síggja hann. Hon vildi heldur minnast hann, sum hann var.
Jarðarferðin var 26. juli 1990. Og tað var ein stórur skarði, sum fylgdi Steindori til sín seinasta hvíldarstað, men so kom gerandisdagurin.
? Tað var allatíðina nógv fólk rundan um okkum fyrstu dagarnar, men so kom gerandisdagurin, og tá bleiv tað hart, siga tær tríggjar.
Í dag duga tær at síggja, at tað helst hevur verið ringast fyri foreldur teirra.
? Men babba dugdi væl at fáa okkum tríggjar víðari, tí ikki so langt aftaná tók hann okkum við til Danmarkar ein túr fyri at koma vekk frá øllum eina løtu. Tað hjálpti væl, sigur Erna, meðan hon mussar og klemmar Bjørt.
? Tað var akkurát sum, at tað var so rokaligt inntil jarðarferðin var av, men so bleiv tað bara so stilt, sigur Margretha. Men so líðandi komu tey fyri seg aftur.

Høgtíðir ringast
Tær tríggjar siga, at tað ringasta var at koma útaftur. Fólk gjørdu nógv fyri ikki at møta teimum. Tær siga, at tær upplivdu, at fólk fóru yvir um vegin, tá tær komu gangandi eftir vegnum, tí tey ikki vistu, hvat tey skuldu siga við tær. Tað var sera hart fyri tær, og tær siga í dag, at tað er tað ringasta fólk kunnu gera.
? Bara tey ikki ganga undan. Ongum nýttist at koma til okkum og tosa um hann. Ei heldur steðgað. Bara verið sum vanlig og sagt hey. Tað hevði verið so nógv betur, siga allar tríggjar við ein munn.
Tá summarfrítíðin var av, skuldi Erna aftur í skúla, og hon sigur, at hetta var einastu ferð, at tað ikki bleiv spurt runt í flokkinum, hvussu summarfrítíðin hevði verið hjá teimum. Erna sigur tó, at tær skilja væl, at tað kann vera torført hjá øðrum, tí ikki er gott at vita, hvat ein skal siga.
Allar eru tær samdar um, at tað var ringast um høgtíðirnar og á føðingardegnum hjá Steindor, sum er tann 3. desember.
? Tað er framvegis ringt, men á ein øðrvísi hátt í dag allíkavæl, sigur Fía.
Eitt sum tær eru fegnar um er, at tað altíð hevur verið tosað nógv um Steindor heima. Børnini hjá Margrethu og Fíu vita, at tey høvdu kunnað havt ein mammubeiggja, um tað var øðrvísi. Og dóttir Margrethu, Steintóra, veit eisini, at hon er uppkallað eftir mammubeiggjanum. Hon varð fødd júst átta ár eftir, at Steindor fór til gravar. 26. juli 1998.
? Eg varð sett at eiga tann 6. juli, og tá eg ikki hevði átt tann 20. tá byrjaði eg hugsa bara tað ikki fór at verða tann 23. sum jú var dagurin, tá vanlukkan hendi. Og tað var ikki fyrr enn Steintóra fylti eitt ár, at eg hugsaði um, at tað var sama dag, sum hann fór til gravar, greiðir Margretha frá. Hon heldur, at tað er sera løgið, at hon skuldi ganga 20 dagar yvir, og av øllum døgunum í juli júst eiga henda dagin. Hon plagar at vitja grøvina hjá Steindor fleiri ferðir um árið, men fast er á jólum og á føðingardegnum hjá Steintóru.
Tær tríggjar systrarnar úr Klaksvík fingu ein skelk saman við restini av familjuni fyri skjótt 13 árum síðani. Og tær staðfesta, at hóast lívið gongur víðari, so bleiv familjan ongantíð tann sama aftur eftir, at Steindor var deyður.
? Hann var beiggi okkara, og saknurin eftir honum er sera stórur, men vit mugu liva víðari. Men minnið um hann stendur klárt og livandi eftir í okkum. Øll okkara barndómsminnir er hann við í, og vit kunnu bara fegnast um, at okkum untist at hava ein beiggja ta stuttu tíð, hann fekk her á fold, siga tær tríggjar, Fía, Margretha og Erna at enda.