Tórshavnar kommuna og Bústaðir ætla í felag at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag, sum skal yvirtaka verkætlanina við Dalavegin (Dalabú).
Hetta nýggja almannagagnliga bústaðarfelagið verður eigari av íbúðunum, meðan dagligi raksturin og umsitingin av leiguíbúðunum verður framd av Bústøðum sambært eini umsitingaravtalu, ið verður gjørd millum Bústaðir og felagið.
Endamálið er at fáa fleiri leiguíbúðir á bústaðarmarknaðin. Bústaðarpolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu leggur upp til at fleiri leigubústaðir verða bygdir. Seinastu árini eru lutfalsliga nógvar íbúðir bygdar í kommununi, flestar av teimum til eigaraíbúðir.
Av tí at tað er tryggast og lættast at umseta eigaraíbúðir, so tykist tað serliga avbjóðandi hjá íleggjarum og byggiharrum at raðfesta leigubústaðir til fólkið.
– Sostatt manglar kommununi fleiri leigubústaðir fyri at tryggja eina fjølbroytta fólkasamanseting, skrivar Tórshavnar kommuna í tilfarinum til býráðsfundin í dag.
Bústaðir fór undir verkætlanina við Dalavegin í 2023, og stóðu 44 lidnar íbúðir klárar at taka í nýtslu fyrst í 2025.
Bústaðir hava eftirfylgjandi grundað á fíggarviðurskiftini í verkætlanini roynt at selja íbúðirnar sum lutaíbúðir.
– Áhugin fyri íbúðunum er stórur, men tað vóru ov fá, sum ynsktu at keypa ein lut. Heldur vóru tað fólk og feløg, sum høvdu áhuga í at keypa íbúðir við tí fyri eyga at leiga út til stutttíðarleigu.
Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava seinastu árini samstarvað um eitt nú Finsen verkætlanina, sum er bygt til lestrarbústaðir. Og nú er tíðin so komin til enn einaferð at fara undir eitt samstarv, sum hevur til endamáls at fáa fleiri leigubústaðir til kommununa. Samstarvið er grundað í Løgtingslóg um Húsalánsgrunn §5, sum sigur, at kommunan og Bústaðir hava heimild at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag, sum hevur til endamáls at útvega, eiga og umsita leiguíbúðir í viðkomandi kommunu.
Viðmerkingar frá øðrum (t.d. deildum, staðbundnum nevndum og myndugleikum)
##med2##
Býarskipanardeildin hjá kommununi skrivar, at seinastu árini hevur tað verið stórur fólkavøkstur í kommununi, og hevur hetta havt stórt trýst á bústaðarmarknaðin.
– Tað sæst í størri mun, at spekulatión ávirkar bústaðarmarknaðin, og at vanligi borgarin harvið í minni mun hevur møguleikar at seta búgv í kommununi, skrivar býarskipanardeildin.
– Tískil er tað av stórum týdningi fyri kommununa, at arbeitt verður við at skapa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, har bústaðarskylda verður lýst, og har bústaðirnir ikki verða brúktir til stutttíðarleigu, skrivar deildin.
– Tað er eyðsæð, at fyri at hava ein livandi og fjølbroyttan bý/kommunu, so er týdningarmikið at tryggja, at fólkið býr í býnum/kommununi og bústaðirnir ikki standa tómir stóran part av árinum, skrivar deildin.
– Ætlanin at seta á stovn eitt almannagagnligt bústaðarfelag gevur í hesum samanhanginum góða meining, og verður mett neyðugt fyri at tryggja, at fleiri leigubústaðir verða bygdir í kommununi. Kommunan má luttaka í hesum partinum av bústaðarmarknaðinum, tí royndirnar siga og vísa, at privati íleggarin/byggiharrin hevur lættari við at avseta eigarabústaðir uttan bústaðarskyldu og krøvum um at avmarka stutttíðarleigu, skrivar býarskipanardeildin.
Sosiala deildin hjá kommununi skrivar, at hon varðar av 28 íbúðum, og tað er javnan at borgarar søkja um bústað tann vegin.
– Talan er um borgarar, sum á ein ella annan hátt hava skerdar førleikar til at finna og/ella rinda fyri leiguíbúðir hjá eitt nú Bústøðum ella Mark, umframt at húsaleigan á privata marknaðinum eisini er ov høg.
– Sosiala deild er áhugað í at hava 2-3 íbúðir til hendan málbólkin – afturat teimum 28, ið deildin varðar av frammanundan, skrivar sosiala deild millum annað og vísir á, at tørvur er á íbúðunum, sum hava lægstu og/ella eina rímiliga leigu, sum ein einligur forsyrgjari kann rinda fyri – eisini um viðkomandi fær almannaveiting, skrivar sosiala deildin hjá Tórshavnar kommunu í viðmerkingum til málið.
##med3##
Kommunustjórin, tekniski stjórin, trivnaðarstjórin og býararkitekturin mæla býráðnum til, umvegis fíggjarnevndina, at:
1. stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag saman við Bústøðum,
2. at góðkenna uppskotið til viðtøkur fyri felagið,
3. at góðkenna umsitingaravtaluna millum felagið og Bústaðir,
4. at kommunan tryggjar sær 3 leiguíbúðir í felagnum til sosiala økið,
5. at flyta kr. 20 mio sum innskot í felagið,
6. og at innskotið verður goldið av konto 6175 Keyp og søla.
Málið var fyri í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu 3. desember, har samgongumeirilutin, Elsa Berg, Guttormur í Skála og Kristianna Winther tók undir við tilmælinum og beindi málið í býráðið.
Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson, tók ikki undir við tilmælinum. Ein annar minniluti, Høgni Vilhelmsen, tekur ikki støðu fyrr enn á býráðsfundinum.












